-Tað varð ov rívuliga farið til verka

Formaðurin í Búskaparráðnum er ikki í iva um, at høvuðsorsøkin til at ALS-gjaldið aftur hækkar er, at ALS-gjaldið upprunaliga varð lækkað ov nógv.

So avgjørdur er Hermann Oskarsson, tá vit spyrja hann um orsøkina til, at ALS-gjaldið nú brádliga aftur skal hækkast. ? Inngjaldið til skipanina er lækkað við 59 %, og einasta orsøkin til lækkingina er, at gjaldið varð niðursett frá 1.januar. Nú leiðslan í ALS hækkar gjaldið aftur er greitt tekin um, at tað varð farið ov rívuliga til verka, sigur Hermann Oskarsson.

Ein av grundgevingini fyri hækkanini av gjaldinum er, at útgjaldið er 19% hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Hermann Oskarsson vísir á, at orsøkin til at útgjaldið er størri enn í fjør er, at fleiri fólk fáa útgjald samanborið við sama tíðarskeið í fjør, og at hvør einstakur fær størri útgjald enn í fjør.
Útgjaldið í ALS-skipanini er mett eftir, hvussu nógvan pening tann einstaki hevur vunnið mánaðirnar undan hann gjørdist arbeiðsleysur. Tá lønarútgjaldingarnar í føroyska samfelagnum framvegis hækka, hækkar útgjaldið til tey arbeiðsleysu eisini samsvarandi.

Vórðu ávaraðir
Formaðurin í Búskaparráðnum sigur, at leiðslan í Arbeiðsloysisskipanin varð ávarað í fjør um at ikki at lækka gjaldið ov nógv.
-Á 10-ára haldinum hjá ALS vísti eg á , at arbeiðsloysisgrunnurin var ómetaliga týdningarmikil hjá føroyingum, og tí var sera týdningarmikið, at man ikki leyp frammav, nú tosað varð um at lækka gjaldið. Grundgevingin fyri lækkingin frá 1,25 til 0,5 % var, at eginognin hjá ALS var so stór, og tí undrar tað meg eitt sindur, at stovnurin grundgevur fyri nýggju hækkani, at tey m.a. eru bangin fyri, at tað verður tært av eginognini, um gjaldið ikki verður hækkað aftur, greiðir Hermann Oskarsson frá.
Hann er ikki iva um, at lækkingin á gjaldinum upprunaliga var ov stór, og tað er orsøkin, at man nú er noyddur at koma afturumaftur. Spurdur um útlitini fyri einum størri arbeiðsloysi í Føroyum, svarar Hermann, at framvegis er arbeiðsloysið í Føroyum lágt, og hóast hóttanina um hópuppsagnir í kreppuraktu alivinnuni, so er sera týdningarmikið, at arbeiðsloysið í Føroyum verður sett í rætt perspektiv.
? Vit hava framvegis lágt arbeiðsloysi, og verður talan um nakrar uppsagnir í alivinnuni, so fara vit framvegis at hava lágt arbeiðsloysi. Tá arbeiðsloysistølini eru so smá, er rættiliga skjótt prosenttølini kunnu tykjast ræðandi, men tá mugu vit sláa kalt vatn í blóðið, og seta tølini í rætt perspektiv, sigur Hermann Oskarsson at enda.