Hetta var væntandi.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, nú koronasmittan aftur er byrjað at breiða seg í Føroyum.
– Mann kann ikki vera naivur í lívinum. Mann hevur jú leingi snakkað um eina aðru bylgju við koronu, so tað nyttar ikki at vera yvirraskaður.
Kundi mann ikki havt sett enn fleiri tiltøk í verk fyri at fyribyrgja spjaðingini, nú tú sigur, at tað var væntandi?
– Við at hyggja aftureftir, so kundi mann sikkurt nokk tað. Men vit hava fylgt tí ráðgeving, sum vit hava fingið allatíð. Vit hava eitt strangt setup í mun til øll onnur lond í heiminum. Men eg vil ikki gera meg klókan aftureftir, men fokuseri uppá framtíðina, sum eg kann hava ávirkan á, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Læknar mæltu fyrr í summar til, at mann átti at taka royndir av fólki, sum koma inn í landið, tvær ferðir í staðin fyri bara einaferð. Hetta valdi myndugleikarnir ikki at gera.
– Spurningurin er nú, um vit skulu byrja at testa fólk tvær ferðir, sigur landsstýrismaðurin, sum ikki roknar við, at tað er for seint at byrja upp á hetta nú.
Hann sigur, at nú fáa vit at síggja næstu 14 dagarnar, hvussu støðan verður.
– Tað er upp til hvønn einstakan at taka ábyrgd. Tað ger mann við at halda frastøðu og vaska hendur. Reinføri hevur nógv at siga, sigur Kaj Leo Hol Johannesen.
Sambært heilsumálaráðharranum eru umleið 450 testað í dag, og sjúkhúsverkið setur allar kreftur inn nú.
– Vit vilja testa so nógv sum møguligt. Vit eru eisini klár til tað, og útgerð er ikki ein mangulvøra, sigur hann.