Í gjárkvøldið var løgreglan úti við ferðmátaranum og hesa ferð vóru tey við Áir og har var nógv ferð á í gjárkvøldið, tí fleiri bilar vórðu tiknir. Eitt nú fingu fýra bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ímilum 101 og 110 kilometrar um tíman, har tað annars er loyvt at koyra 80. Harafturat fáa teir ímillum 1.500 og 2.000 krónur í bót.
Í nátt var løgreglan eisini úti í nátt og klipti nummarplátur av bilum. Í nátt mistu 15 bilar nummarpláturnar tí at teir vóru í eftirstøðu við vegskatti.
Men annars hevur tað verið ein stak friðarlig nátt, sigur løgreglan.