Tað var meira krút í B68

Tá ið tað í seinna hálvleiki kom til skarpskeringar í botnstríðnum, var tað B68 hevði meira tyngd og størri yvirskot, og tí vunnu toftamenn týðandi dystin í Fuglafirði


B68 tók sunnudagin eitt stórt fet nærri Formuladeildini 2007, tá ið liðið vann botndystin ímóti ÍF, sum annars veruliga hevur havt undanvind seinastu umførini.
Dysturin í Fuglafirði varð lívligur, dramatiskur, spennandi og undirhaldandi. Spælið var langt frá altíð pent og polerað, men hvussu kann ein dystur um lív ella deyð verða tað. ÍF spældi heldur betur serliga í fyrra hálvleiki men viljin og stríðshugurin hjá B68 gjørdist avgerandi í seinna hálvleiki, tá ið dysturin veruliga lá og ridlaði.
 
Nógv ferð
B68 legði betur fyri, og tað vóru ikki meira enn átta minuttir farnir, tá ið toppskjúttin hjá toftamonnum, Súni Fríð Barbá, hevði gjørt um seg fyrstu ferð. Fleiri spælarar lógu fram við í brotsteignum hjá, bólturin endaði at enda hjá Súna Fríða, sum tamdi við bringuni og sendi flatt í ÍF-málið til 1-0 til B68.
ÍF svaraði aftur um miðjan fyrra hálvleik. Hesa løtuna hevði heimaliðið yvirtakið í dystinum, og tað var uppiborið, at teir javnaðu. Høgni Zachariasen smekkaði til úti frá, skotið varð blokerað, bólturin endaði aftur hjá Høgna, sum síðani dró inn í brotsteigin og legði upp á tvørs. Har var Hanus Eliasen fyrstur á og sneiddi bóltin í málið til 1-1.
Fyrri hálvleikur sera lívligur. Spælaranir stríddust við lív og sál, og ferðin á spælinum var høg. Stundum var ferðin ov høg, og hvørki av liðunum kláraði at kontrollera dystin ella ferðina.
Alexander Jovevic var virkin á ÍF-miðvøllinum, og Hanus Eliasen skapti vanda, men tað var veteranurin í B68-verjuni Øssur Hansen, sum var bestur spælari á vøllinum tann góða tíman, beinini hjá honum hildu.
 
Bæði skoraðu aftur
Liðini løgdu til brots aftur í seinna hálvleiki, og so hvørt sum tíðin gekk, gjørdist dysturin meira opin, tí liðini møddust, og tá vóru tað, at profilarnir hjá liðunum slóu til.
Tá ið ein lítil tími var spældur, legði B68 seg á odda eftir hornaspark. Julian Johnsson fekk høvdið á, og so var Kristian Anton Andreasen fyrstur á leysa bóltin og sendi í málið. Júst Kristian Anton, sum støðugt royndi at bróta ígjøgnum, gjørdist avgerandi løtu seinni.
ÍF svaraði aftur beinanvegin, og ein minutt aftan á javnaði miðvallarin Høgni Zachariasen, eftir at Frank Poulsen hevði sent innfyri úr høgru. Høgni tveitti seg niður í bóltin og stútaði hann í málið til 2-2.
 
Avgerðin fall
Eftir hetta var dysturin opin eina løtu, og tað var nú, at tað veruliga kom til skerpskeringar millum tey bæði Eysturoyarliðini. Her vísti tað seg, at B68 hevði størri yvirskot, og teir drógu sigurin heim.
Avgerandi málið skoraði Súni Fríði Barbá, men tað var eftir frálíkt upplegg frá Kristian Anton Andreasen. Hann spældi í høgru síðu, men fór eina løtu yvir í vinstru, og fór hann fram við tveimum spælarum, áðrenn hann við baklinjuna sendi eitt gott innlegg innfyri málið. Har rann Súni Fríði í bóltin og sparkaði hann í málið til 3-2.
Eftir hetta fall ÍF í fátt, og seinasta lítla korterið av dystinum megnaði ÍF ongantíð at skapa veruligan vanda í B68-brotsteignum. Innskifti Árni Petersen varð fluttur úr verjuni og fram á álopið, men bólturin kom sjáldan fram.
Harvið vann B68 dystin 3-2, og teir liggja nú best fyri í botnstríðnum við ÍF og VB/Sumba, sum bæði liggja tvey stig aftanfyri B68, nú tveir dystir eru eftir at spæla.