Sjey mál borgar fyri undirhaldi, og tá ið úrslitið er 4-3, sigur tað, at talan er um spenning.
Í dag var B71 á Skála, har næstbesta Skála liðið var vertur.
Sandoyingar fóru suður aftur við 4-3 sigri, eftir at hálvleiksstøðan var 2-1 til B71.
Djóni Petersen legði heimaliðið framum í 11. minutti, og tíggju minuttir seinni javnaði Símin Hansen.
Undan steðginum legði Tijani Mohammed B71 framum.
Fimm minuttir eftir steðgin javnaði Dávid Johannesen fyri Skála.
Tað sá ljóst út hjá heimaliðnum, tá ið Jákup Johansen, sum leingi hevur verið skaddur, legði Skála framum 3-2.
B71 var tó drúgvari, tí Sverri Dalsgaard javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki, og tríggjar minuttir undan leikloki skoraði Tijani Mohammed sigursmálið.
Eftir dagsins dyst hevur B71 21 stig og er á fimta plássi. Tað eru fýra stig fram til ÍF á B68 á fjórða plássi.