Løgreglan fer framvegis ferðslukanningar við skúlarnar kring landið fyri at vita um alt er í lagi, tá ið foreldrini koyra børnini í skúla.
Í hesum sambandi verður hugt eftir um børn, og førari, sita í trygdarbelti, og um tey sita íbundin eftir forskriftunum, og at tey, eitt nú, ikki sita við skúlatasku á rygginum.
Men hugt verður eisini eftir øðrum viðurskiftum.
Í morgun varð ferðslan kannað við skúlarnar í Klaksvík, men løgreglan sigur, at har var einki at finnast at.
Annars mátti løgreglan í býin í gjár at hjálpa einum manni, sum var so deyðadrukkin, at hann ikki kláraði seg sjálvan, og hann var so fingin undir tak