Børn úr øllum landinum savnaðust í gjár í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har Javni skipaði fyri stórfingnum barnafagnaði.
Tað var rættiligt lív í, tá tey meira enn 1500 børnini gjørdu innrás í høllini, og tey høvdu nógv at fara í holt við.
Ymiskir verkstaðir vóru settir upp í høllini, og her kundu børnini millum annað royna seg í fiskibrunni, tey kundu mála andlitini og tey kundu mynda ymiskt úr ull.
Eina ferð áðrenn døgurða og eina ferð eftir døgurða kundu børnini royna at sparka bóltin í málið hjá Tróndur Vatnhamar, sum er málverji hjá B36. Hvussu trupult tað var, sigur søgan einki um...
Nógv at takast við
Umframt verkstøðini var eisini ein pallur gjørdur, at ymiskt undirhald var. Karl Martin Samuelsen sang barnasangir, Børn frá Dagstovninum á Argjum, sum hava givið fløgu út, sungu fyri børnunum, og næmingar spældu sjónleik.
Tá børnini komu í ítróttarhøllina fyrrapartin skuldu tey hava okkurt útklipp við sær, og tað skuldi tey hanga upp á eitt net.
Klokkan 10.30 varð dagurin settur, og tá bjóðaði Jarvin Feilberg Hansen, nevndarlimur í Javna, børnunum vælkomin, og Maud Wang Hansen, sum umboðaði Føroya Pedagogfelag, setti barnafagnaðin.
Frá klokkan 11.00 og langt út á seinnapartin vóru tey ymsu tiltøkini í høllini, og børnini vóru hugagóð í holt við teir nógvu møguleikarnar.
Tá børnini fóru heimaftur, lat Javni teimum eitt tinganeyst at hava heim við sær.
Meira er um barnafagnaðin á síðu 23.