Tað var lítil futtur í Start

Ferðin var lítil, teir dugdu ikki at fáa nyttu burturúr Toda, og fram móti dystarenda megnaði Skála at styrkja um sína støðu

Talan verður ikki um stórvegis europeiskt ævintýr hjá Skála, sum fyri fyrstu ferð luttekur í UEFA Cup. Tepri sigurin á útivølli ger tað sera sannlíkt, at Start um tvær vikur fer at tryggja sær samantalda sigurin.
                      Men tað var torført at sannføra tey 720 eygnavitnini um, at mótstøðuliðið hjá skálamonnum í fjør var um reppið at vinna norska meistaraskapin.
Start spælið var avgjørt einki at reypa av. Fyrstu løtuna, tá ið tað var stórur fjáltur á Skála spælarunum, spruttaðu gestirnir eitt sindur. Tá var tað, at teir fingu sigursmálið. Alex Valencia sendi horna innfyri úr høgru, og vinstri vongverjin og toppskjúttin Marius Johnssen smekkaði høvdið undir bóltin.
Sum 1. hálvleikur leið og serliga fram móti endanum av 2. hálvleiki, var norska avrikið einki at reypa av. Tom Nordlie, sum avgjørdur gav til kennar, at hann var ikki nøgdur, og hansara menn vórðu undan kappingarbyrjan roknaðir millum favorittarnar at vinna NM. Nú eru teir niðarlaga á stigatalvuni, og tað er einki at undrast á, at hetta liðið er í tunga endanum. Heldur er tað at undrast á, at umleið teir somu spælararnir inntil síðsta bríksl í landskappingini í fjør vóru við í NM stríðnum.
Gamaní vóru teir skjótari og kropssterkari enn Skála spælararnir. Men teir kendust dovisligir, teir fluttu seg lítið, hugflogið var lítið og einki, teir megnaðu so at siga ikki at bróta ígjøgnum í borðunum, og tá ið tað endiliga eydnaðist, so vóru innleggini illa timaði og óneyv.
 
Brúktu ikki styrkirnar hjá Toda
Øll eygu fylgdu Toda Jónsson. Í 4-3-3 álopsskipan, sum varð broytt til 4-5-1, tá ið Skála hevði bóltin, var hann miðframherji. Høvuðsdygdirnar hjá Toda hava altíð verið eksplosiviteturin, gjøgnumbrotsstyrkin og skotroyndir við høgari ferð.
Tað sást einki til nakað av hesum. Spælkonseptið hjá Start er ikki soleiðis, at nytta kann fáast burturúr Toda. Fyri tað mesta hevði hann ryggin móti málinum, tá ið hann fekk bóltin. Hann var lættur at finna og spæla á, og hann dugdi at varðveita bóltin. Trupulleikin hjá Toda var, at tá ið hann hevði fingið bóltin, so vóru viðspælararnir torførir at finna, og tað bar føroyinginum illa til at gera nakað einsamallur, tá ið fyritreytirnar vóru so vánaligar.
Todi lúrdi eftir møguleikum í deyðbóltsstøðum. Átta minuttir undan hvíldini royndi hann við saksisparki afturum seg sjálvan. Bólturin streyk framvið stólpanum, og so gjørdist tað ikki málið, sum hevði verið evni til vakrasta málið nakrantíð á Svangaskarði.
 
Luftin fór ongantíð úr
Ofta hevur tað verið soleiðis, tá ið føroysk lið hava roynt seg í altjóða kappingum, at mótstøðuliðini hava fingið eitt mál beinanvegin, og at tey fram móti dystarenda hava fingið fleiri mál. Start fekk mál beinanvegin, men Start fekk einki mál afturat.
                      Skála átti avgjørt sín heiður av, at tapið gjørdist so tepurt, sum tað kundi gerast. Eftir trilvandi fyrstu løtuna fótaðu teir sær fram ímóti steðginum. Miðvallar uppstillingin var justerað soleiðis, at Levi Hanssen, sum var sera raskur, hjálpti Paula G. Hansen, ið mundi vera ein tann eyðsýndasti, á verjukenda miðvøllinum.
                      Besta møguleikan í 1. hálvleiki fingu teir í frísparki úr seytjan metrum, men royndin hjá Alexanduri Johansen, sum arbeiddi heilt nógv, fór omanfyri málið.
 
Lágt botnstøði
Eftir steðgin var Start beinanvegin tætt við, tá ið innskifti David Hansen sendi í tvørtræið. Hin møguleikin hjá teimum var, tá ið Stefan Bärlin beinanvegin, eftir at hann var skiftur inn, úr eitt sindur spískum í høgru sendi bóltin skeivu megin í síðunetið.
                      Botnstøðið hjá norska liðnum var lágt, og Skála tók fyri sær. Amatørarnir úr Føroyum vístu sama fótbóltsspæl sum yrkisspælararnir úr Kristiansand. Innskiftu Teitur R. Joensen, Debus Danielsen og blaðungi Erland B. Danielsen, sum royndi seg fyri fyrstu ferð á besta liðnum, krupu ikki undan mótstøðumonnunum.
Men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Jónhard Frederiksberg sleit í tí sum einsamallur álopsspælari, Bogi Gregersen arbeiddi nógv aftureftir í høgra borði. Arnhold Berg kom fyri seg sum 1. hálvleikur leið, og Rúni Rasmussen, Milan Curcic og Jóhan Troest Davidsen vóru óførir frammanfyri trygga Vlada Filipovic. Onkur skotroynd varð blokerað til horna, og onkra ferðina var tað nær við, at Skála spælararnir rukku fram til innlegg.
                      Tað gjørdist ikki til meiri enn nær við og næstan. Í Skála leguni fegnaðust teir tó um, at avrikið hevði verið væl betri, enn tað var í landskappingardystinum í Klaksvík. Tað ætlaðu teir at taka við til avbjóðingina í landskappingini nú sunnudagin, og tá ið teir dagin fyri ólavsøkuaftan fara at royna seg í Kristiansand.
 
 
Myndatekstur:
 
(Stór mynd av Toda):
 
Todi lúrdi eftir møguleikum í deyðbóltsstøðum. Átta minuttir undan hvíldini royndi hann við saksisparki afturum seg sjálvan. Bólturin streyk framvið stólpanum, og so gjørdist tað ikki málið, sum hevði verið evni til vakrasta málið nakrantíð á Svangaskarði. Mynd: Álvur Haraldsen
 
 
(Dystarmynd):
Skála átti avgjørt sín heiður av, at tapið gjørdist so tepurt, sum tað kundi gerast. Eftir trilvandi fyrstu løtuna fótaðu teir sær fram ímóti steðginum. Mynd: Álvur Haraldsen
 
 
 
*******
 
(at koyra í kassa):
 
Fakta
 
Skála-Start 0-1 (0-1)
UEFA Cup innleiðandi umfar
Hósdagin 13. juli 2006, kl. 19.00 á Svangaskarði
0-1: Marius Johnsen 3.
720 áskoðarar
Dómarabólkur úr Wales: Brian Lawlor, Michael Jones, Maldwyn Williams og Simon Lee Evans
Skála: 1. Vlada Filipovic  22. Arnhold Berg, 5. Rúni Rasmussen, 11. Milic Curcic, 18. Jóhan Troest Davidsen  17. Bogi Gregersen, 5. Pætur Dam Jacobsen (4. Teitur R. Joensen, 46.), 16. Pauli G. Hansen, liðformaður (14. Debus Danielsen, 75.), 8. Levi Hanssen, 20. Alexandur Johansen  10. Jónhard Frederiksberg (9. Erland B. Danielsen, 88.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Eugen Voda, 3. Volmar Poulsen, 7. Rói Jacobsen
Gult kort: eingin
Venjari: Johan Nielsen
Hjálparvenjari: Pauli Poulsen
Start: 1. Rune Nilssen  4. Steinar Pedersen, 17. Lars Martin Engedal, 20. Bård Borgersen, liðformaður, 15. Marius Johnsen  7. Fredrik Strømstad (25. David Hansen, 46.), 28. Bjarte Lunde Aarsheim, 23. Kristofer Hæstad  8. Alex Valendia (16. Stefan Bärlin, 78.), 29. Todi Jónsson (19. David Nielsen, 65.), 14. Bala Garba
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 24. Kenneth Høie, 9. Benjamin Nright, 3. Kjetil Ruthford-Pedersen, Kristoffer Paulsen
Gult kort: Lars Martin Engedal
Venjari: Tom Nordlie
Hjálparvenjari: Bård Wiggen