Hetta kann blíva ein av teimum heilt stóru søgunum í evropesiskum fótbólti í hesi vikuni. Slovakiska stórfelagið, Slovan Bratislava, sær í løtuni út til at tapa uttan dyst móti KÍ. Tað var kaos í Klaksvík um tað mundi, tá Slovan Bratislava skuldi venja seint seinnapartin.
Leiðslan í KÍ vildi ikki hava spælararnar hjá Slovan Bratislava inn í skiftirúmið, tá fysioterapeuturin fyrr í dag var testaður positivur fyri koronusmittuna. Formaðurin, Tummas Lervig, stillaði seg í vegin, men seinni komu partarnir ásamt um, at spælararnir bara vóru í skiftirúminum og síðani á vøllinum.
- Tað vóru nakrir hendingaríkir tímar, har vit bæði vóru í samskifti við Slovan Bratislava, føroysku myndugleikarnar og UEFA umboðið. Tað hendi nógv og øll KÍ-leiðslan var í gongd, so teir ikki bar sloppu undan at fylgja reglunum, sum øll onnur skulu, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Tað stendur ikki endaliga skrivað í stein, at hendan uppgerðin ikki verður spæld. Reglugerðin hjá UEFA sigur eisini, at dysturin skal verða spældur í seinasta tveir dagar eftir ásetta tíð, og kann verða spældur á uttanveltaðum vølli. Hetta væntar formaðurin tó ikki.
##med2##
- Nei, eg vænti ikki, at dysturin verður spældur. Teir kundu komið við einum eykaliði, men teir sita eisini í sóttarhaldi. Og dysturin verður ikki spældur við hasum spælarum, sum eru í Føroyum, sigur Tummas Lervig.
UEFA situr nú við málinum. teir hava eina nevnd, sum skal viðgera slík skundmál. Fyribils er dysturin avlýstur, men sum skilst úr Klaksvík, so verða spælararnir bidnir um at fyrireika seg upp á alt.