Málið hjá Miðflokkinum um at játta Landsverk 200 milliónir til viðlíkahald av vegum fall, tí at Kári P. Højgaard ikki var í tingsalinum, tá ið atkvøtt varð.
Allir andstøðuflokkar og Magni Laksafoss høvdu annars boðað frá, at tey fóru at taka undir við uppskotinum.
Men Kári P. Højgaard bjargaði samgonguni undan hesum við at fara út úr tingsalinum, tá atkvøtt varð.
Við útvarpið segði Kári P. Højgaard, at hann ætlar sær bara at atkvøða fyri málum, sum eru týðandi at fáa samtykt nú so stutt framman undan valinum, og at hann ikki fer at atkvøða taktiskt, men einans fer at atkvøða eftir síni sannføring.
Sum støðan er nú verður hildið lítið sannlíkt, at nakað mál, sum liggur í tinginum, fer at elva til nýval. Eftir ætlan fer Løgtingið heim fríggjadagin. So verður næsti fundur á ólavsøku, og tá fer løgmaður uttan iva at skriva út nýval. Um ikki hann ger tað ólavsøkudag, so má hann gera tað í seinasta lagi 2. august, tí løgtingsvalið skal haldast í seinasta lagi 30. august og tað skal fráboðast við minst 28 daga freist.