Bæði EB/Streyma veteranurin Egil á Bø og ÍF venjarin Albert Ellefsen vóna, at leikliga avrikið hjá teirra liði verður betri í kvøld, enn tað var fyri viku síðani, tá ið bæði liðini vunnu á útivølli.
Í kvøld klokkan 19.00 verður sjøtil settur á 11. umfar, tá ið ÍF fær vitjan av EB/Streymi, og landsliðsvenjarin Lars Olsen verður millum áskoðararnar.
Um tað hevði verið, sum tað plagdi at vera, so hevði landsliðsvenjarin serliga eygleitt EB/Streyma álopsspælaran Arnbjørn Hansen. Arnbjørn verður ikki á EB/Streyma liðnum í kvøld. Í síðstu viku fekk hann eitt afturstig, og hóast hann er farin at renna aftur, so er lítið sannlíkt, at hann verður við næstu ferðirnar.
Mánadagin vann EB/Streymur 2-0 í Sørvági. Hetta var triði sigurin í landskappingini á rað. Veteranurin Egil á Bø hevur verið við allar tríggjar ferðirnar. Hann fegnast um sigrarnar, men hann heldur lítið um leikliga avrikið í Sørvági.
– Vit mugu vísa meiri í kvøld, um vit skulu hugsa um at vinna úrtøku. Ferðin var ov lág, neyvleikin var ikki nóg stórur, og vit spældu okkum ikki til nógvar málmøguleikar, staðfestir Egil á Bø.
Levi Hanssen hevur verið burturstaddur síðstu vikurnar. Hann kom heim aftur í gjárkvøldið, og hann verður í ferðalagnum til Fuglafirðar í kvøld.
ÍF vann tepran 1-0 sigur á Argjum hvítusunnuaftan. Tað fegnast Albert Ellefsen um, men hann heldur ikki, at leikliga avrikið var nakað serligt:
– Tað var nógvur vindur, og vit satsaðu við at seta Bartal Eliasen fram í álopið. Vit eru sera fegnir um, at tað eydnaðist at vinna, men skulu vit vinna úrtøku í kvøld, so skal leikliga avrikið verða munandi betri, enn tað var, sigur ÍF venjarin.
Hann vil ikki siga so nógv um uppstillingina, men tað skilst á lagnum, at hon ivaleyst verður broytt aftur, og at tað harvið sannlíkt vera Clayton Soares og Øssur Dalbúð, sum vera teir fremstu, meðan Bartal Eliasen verður í verjuni.
Tá ið liðini fyrr í vár hittust í Streymnesi, vann ÍF 2-1:
– Tá var tað avgerandi, at teir heilt skjótt mistu ein mann. Um vit megna at endurtaka sigurin frá har norðuri, so verða vit í somu støðu, sum liðið var síðsta kappingarár, og tað haldi eg hevði verið væl klárað, er viðmerkingin hjá Alberti Ellefsen, sum rósar spælarunum fyri góðan hugburð og stórt arbeiði í venjingunum.
Nenad Saric hjá ÍF er framvegis skaddur.