Tað var ikki Liljan...

Tá vit í oddagreinini fríggja­dag­in viðgjørdu Kringvarpið, skriv­aðu vit millum annað, at tíð­ind­aleiðarin hevði boðað frá, at tey ikki fingu gjørt skránna lidna, tí spon­sor­ar­nir fyrst skulu góðtaka inn­i­haldið.

Men hesum vísir Liljan Weihe aftur.

– Tað var ikki eg, sum segði hatta. Tað var Barbara...
Og rætt hevur hon – og vit hava gjørt henni órætt, tí tað var »leið­ar­in fyri mentan« í Kring­varp­i­num, Barbara Sam­u­el­sen, sum kom við hesi fr­á­boð­an um, at sponsorar so­leið­is skulu góðkenna inn­i­hald­ið í sendingum í Kring­varp­i­num.

– Fyri okkum hevur tað ikki so stóran týdning, um tað er tíð­inda­leið­arin ella ment­an­ar­­leið­­ar­­in, sum kemur við hesi frá­boðan.

Tí tað er stór og van­virð­i­lig skomm, at innihald í Kring­varp Føroya verð­ur stýrt av, hvør letur teim­um flest­ar per­ur ella øl ella utt­an­lands­ferðir at burturluta.
Vit vóna tí, at bjørnin í Ment­a­mál­a­ráð­num skjótt vakn­ar úr dvala.