Todi Jónsson er toppskjútti á føroyska landsliðnum. Í ár hevur hann ikki megnað at skora, og vit skulu aftur til teir báðar dystirnar móti Malta í 1997 fyri at finna tey bæði síðstu málini hjá Toda á landsliðnum. Hann hevur í fleiri dystum fingið føroyingum brotsspark, sum hinir hava gjørt nyttu burturúr og misnýtt, og mikukvøldið var tað eina ferð í 2. hálvleiki um reppið, at dómarin gav honum eitt brotsspark.
? Men tað var ikki brotsspark. Sjálvandi spældi eg uppá tað, men mótstøðumaðurin taklaði ikki óregluliga, kom tað frá Toda Jónsson, sum burtursæð frá einum saksisparki afturum seg og einum skoti úr átjan metum við høgra beininum ikki hevði nógvar møguleikar:
? Teir ansaðu okkum sera tætt, og tað var so at siga ómøguligt at koma leysur av teimum. Vit mugu spæla skjótari, um vit skulu fáa málmøguleikar. Tað gongur skjótt fyri seg, og vit mugu læra okkum at spæla skjótt, nú tað er vorðið tættari í verjuni hjá mótstøðumonnunum, heldur Todi Jónsson, sum saman við Jákupi Mikkelsen og Óla Johannesen slapp til Danmarkar fyrrapartin í gjár.
Óli Johannesen, sum enn eina ferð var tryggur í verjuni, iðraði seg sum allir aðrir um, at tað skarst so illa:
? Tað ber ikki til at siga, at vit hava færri møguleikar enn teir, tí í veruleikanum er tað soleiðis, at vit hava fleiri møguleikar enn teir. Teir fáa ein møguleika, og tann skora teir uppá. Tað er nógv at iðra seg um, heldur Óli Johannesen, sum í gjár skuldi møta til venjingar í AGF, sum í vikuskiftinum skal spæla móti OB.