Tað var ikki blóð hjá Madeleine

Blóðblettirnir, sum portugisiska løgreglan fann í kamarinum, haðani Madeleine McCann hvarv, eru ikki frá henni

Teir fýra blóðblettirnir stava sambært enska blaðnum Daily Mirror frá einum evropeiskum manni, sum hevur búð í sama kamari. Íbúðin, sum kamarið er partur av, er leigað út fleiri ferðir, síðani Madeleine McCann hvarv tann 3. mai, og maðurin leigaði íbúðina eitt tíðarskeið í summar, skrivar blaðið.

Portugisiska løgreglan er kortini sannførd um, at tann fýra ára gamla gentan er deyð.

- Vit hava fleiri upp­lýs­ing­ar at halda okkum til, sigur talsmaðurin hjá løgregl­uni, Olegario Sousa, við Daily Mirror.

Foreldrini hjá Madeleine halda harafturímóti uppá, at gentan er á lívi, og tey hava higartil sýtt fyri at fara úr Portugal. Mamman, Kate McCann, sigur kortini við Daily Mirror, at tey hava ongan hug at fara aftur til Bretlands, fyrr enn Made­leine er funnin, men at tey noyðast eisini at hugsa um hini børnini.

- Men eg dugi ikki at ímynda mær, at vit komu higar sum fimm og skulu heim aftur sum fýra, sigur Kate McCann við Daily Mirror.