Myndugleikarnir í Pakistan halda seg nú vita, at tað var Taleban, sum skipaði fyri bumbuspreingingini uttan fyri donsku sendistovuna í Islamabad í gjár. Pakistonsku myndugleikarnir siga seg eisini vita, at bilurin, sum bumban lá í, var stolin í býnum Pershawar, og at hann hevði falskar diplomatplátur. Tað var orsøkin til, at bilurin slapp ígjøgnum eftirlitið, sum er við donsku sendistovuna.
Danska løgreglan hevur sent fólk til Pakistan at kanna málið.









