Tað var helst KGB

Fremsti ráðgevin hjá Viktor Jusjtjenko heldur, at tað var KGB, sum eitraði hann

Nógvir ukrainar halda, at tað var fregnartænastuovastin Igor Smesjko, sum gav boð um at geva Viktor Jusjtjenko eitur. Tey vísa á, at Jusjtjenko var í veitslu hjá fregnartænastuovastanum tann 5. september ella dagin fyri, hann bleiv sjúkur.

Men frermsti ráðgevin hjá Jusjtjenko hevur hug at geva russum skyldina.

-Tað er eingin ivi um, at KGB-serfrøðingar frá teirri gomlu sovjettíðini vóru uppi í hesum, segði Oleh Rybatsjuk í samrøðu við sjónvarpið ABC fyrrakvøldið. Hann vildi ikki siga, hvør hevði givið KGB-monnunum boð um at eitra andstøðuleiðaran, men segði, at boðini mundu koma frá stýrinum í Kiev.

Eysturríksku læknarnir, sum viðgjørdu Viktor Jusjtjenko, hava sagt, at hann hevði túsund ferðir meiri dioxin í blóðinum og kroppinum, enn fólk vanliga hava. Teir ivast ikki í, at Jusjtjenko hevði fingi evnið í mati ella vatni, og at ætlanin var at beina fyri honum.

Ukrainska tjóðartingið hevur sett eina serliga nevnd at kanna skuldsetingarnar um eitur og morðroynd. Formaðurin í nevndini, sum er ein av høvuðsstuðlunum hjá Viktor Janukovitj, forsætisráðharra, hevur kortini longu sagt, at tað fer neyvan at bera til at prógva, at Jusjtjenko bleiv eitraður.