Venjarin hjá Kyndli, Jónleif Sólsker, var sum vera man ovurfegin, eftir at hann og hansara leikarar vunnu meistaraheitið leygardagin. Hann helt tó, at hesin dysturin var annarleiðis enn fyrsti dysturin.
- Ja, hesin dysturin var heldur annarleiðis. Teir mansverja Høgna frá byrjan, og sjálvt um vit høvdu væntað hetta, so blívur tað ikki tað sama.
Hann helt eisini, at viljin gjørdi munin at enda hjá Kyndli, tá teir koma aftur, eftir at hava verið aftanfyri við trimum málum.
- Vit eru aftanfyri við trimum málum seint í dystinum, men menn kempa veruliga fyri sakini, og hetta gevur úrslit at enda, tá vit vinna dystin.
Vendu gongdini
At enda spurdu vit Jónleif, hvussu tað bar til, at liðið hjá Kyndli var so nógv broytt frá grundspælinum til endaspæli.
- Tað var heilt galið hjá okkum fyrr í ár. Vit spældu illa í grundspælinum, og hetta haldi eg, at spælararnir sóu sjálvir. Teir byrja at kempa nógv harðari, og hetta var sera gott. Um vit hyggja burtur frá byrjanini av kappingini, so haldi eg, at meistaraheitið er uppiborið, tí vit høvdu tað besta liðið ímóti endanum av kappingini, segði ein fegin Jónleif Sólsker eftir dystin.