Tað var gamalt kongaskip

Svenskir serfrøðingar hava nú funnið vrakið av danska kongaskipinum Gribshunden, sum sakk í 1495. Vrakið, sum liggur úti fyri Ronneby, varð upprunaliga funnið í 1970-árunum, men ikki fyrr enn nú hava granskarar staðfest, hvat skip talan er um.

Gribshunden var skip hjá danska konginum Hans. Tað sakk í 1495 á veg til Kalmar, har danir og sviar skuldu tosa um smálutir í Kalmar-samgonguni. Skipið var bygt í 1487 og var eitt av teimum størstu skipunum í danska herflotanum.

Svenski fornfrøðingurin Johan Rönnby sigur, at tað er einki minni enn ein heimshending, at ta gamla kongaskipið er funnið. Hann vísir á, at Gribshunden var eitt av teimum fyrstu av hesum slagnum og av sama slagi sum Santa Maria hjá Christoffer Columbus, men væl størri.