Teir fimm bólkarnar, sum leygarkvøldið fingu seinasta møguleikan at spæla seg í finaluna í Prixnum, løgdu nógv fyri á pallinum. Bólkarnir vóru sera væl upplagdir, og teir høvdu fyrireikað seg væl til stóra kvøldið.
Líka frá tí, at teir væl svingandi rockarnir í Fluffy Toys komu á pallin, og til teir funkutu Lawetz spældu seinastu tónarnar í kappingin, var dygdin í tónleikin góð, og framførslurnar vóru sum heild sera góðar.
Summir bólkarnar høvdu aftur hesaferð tikið stórskíggjan í nýtslu, aðrir høvdu livandi ljós við á pallin, og kjarnin í tí heila var eitt gott tónleikaligt upplivilsi við fimm sera ymiskum bólkum.
Fegnir vinnarar
Vinnarin hetta kvøldið gjørdist bólkurin Gestir, sum er mannaður við tónleikarum úr Gøtu, Leirvík og Fuglafirði, og teir vóru ovurfegnir og eitt sindur bilsnir um úrslitið.
? Eftir at vit høvdu verið á pallinum, hildu vit, at nú var Prixið liðugt. Vit høvdu eina kenslu av, at vit fóru ikki at koma víðari, og tí vóru vit sera kløkkir, tá ið vit vóru útnevndir sum vinarar, sigur Knút Eysturstein, sum er ein av tónleikarunum í bólkinum.
? Vit eru sera glaðir og takksamir fyri úrslitið, ikki minsta tá ið vit hugsa um, hvussu væl bólkarnir spældu leygarkvøldið. Allir bólkarnir kundu havt verið við í finaluni, og mær dámdi sjálvur sera væl Mind's Eye.
Spæla meira
Gestir eru ein nýggjur bólkur, sum bara hevur spælt nakrar fáar ferðir alment. Men teir hava longu gjørt so nógv vart við seg, at teir eru vorðnir sjónligir á føroyska tónleikapallinum.
? Nú fara vit at halda frí í nakrar dagar, men so fara vit undir at venja aftur og skriva nýggjar sangir. Vit ætla eisini at spæla á fleiri konsertum næstu tíðina, tí vit vilja hava tónleikin hjá okkum út til fólk, sigur Knút Eysturstein.
? Vit hava fingið eitt stórt herðaklapp í Prix Føroyum, og tað eru vit sera fegnir um. Vit spæla ikki júst festligan tónleik, men fólk taka sera væl ímóti okkum, og tað var gott lív í leygarkvøldið, tá ið vit spældu.
Stór vælvild
Gestir høvdu bara eina viku til at fyrireika seg til hálvfinaluna, eftir at teir vóru blivnir nummar tvey í seinasta regluliga undanumfarinum, og tað gjørdi, at teir máttu venja nógv í síðstu viku.
Teir venja í Gøtu, og fleiri aðrir bólkar, sum venja í sama høli, lótu ídnu tónleikararnar í Gestum sleppa framat fleiri ferðir, tá ið teir ikki høvdu venjingartíðir, og tað kom væl við hjá finalubólkinum.
? Vit hava fingið sera nógv góða hjálp, og hinir bólkarnir hava verið sera lagaligir móti okkum. Tað er sera positivt at uppliva, sigur Knút Eysturstein.
Aðrir gjørdu vart við seg
Fleiri av hinum bólkunum í hálvfinaluni hava gjørt vart við seg, og nú skulu næstu mánaðirnir vísa, hvat teir fáa burtur úr hesum.
Fluffy Toys hevur verið ein virkin bólkur í fleiri ár, og teir hava seinastu vikurnar verið úti og spælt til dans fleiri ferðir. Tað nýggja hjá teimum er, at teir eisini eru farnir at spæla sín egna tónleik.
Klaksvíksbólkurin Mind´s Eye er eitt spennandi navn, og teir hava onkra uppgávu fyri framman. Teir ætla at dríva á næstu tíðina, og málið er at skriva fleiri sangir.
Headache Blues Treo er mannaður við virknum tónleikarum, men ivasamt er, hvussu tað verður við júst hesi samansetingini framyvir.
Og so er tað ungi bólkurin Lawetz, sum eisini umhugsar, hvat framtíðin skal brúkast til. Ein av tónleikarunum í bólkinum er nirði í løtuni, og tí er óvist, hvussu tað verður við bólkinum komandi tíðina.