­ Tað var eitt mistak

Páll Wiberg Joensen, leiðari á internetdeildini hjá Føroya Tele, sigur tað vera eitt mistak, at tað mánadagin varð sagt í útvarpinum, at internetbrúkarar sjálvir hava ábyrgdina av, at teir ikki altíð sleppa inn á netið.

­ Tað var ikki tann rætti persónurin, ið úttalaði seg í útvarpinum mánakvøldið. Vit hava sjálvandi ábyrgdina av, at internetsambandið er í lagi, og hava vit í sambandi við viðmerkingina í útvarpinum sent teimum eina rætting, sigur Páll Wiberg Joensen, leiðari á internetdeildini hjá Føroya Tele.

Páll Wiberg Joensen sigur tó, at tað í nøkrum førum kunnu vera mótaldini hjá brúkarunum, ið gera sambandið vánaligt, men leggur hann afturat, at telekaðalarnir hjá Føroya Tele ávirka hesi mótald. ­ Tað er soleiðis, at koparkaðalarnir hjá okkum, ið eru ætlaðir til vanliga telefoni, verða trýstir til tað allar ytsta, av internetnýtsluni. Á hesum kaðalum kann viðhvørt vera eitt sindur av órógv, og er tað hetta, ið nøkur av teimum mest følnu mótaldunum ikki góðtaka. Tey seta ferðina niður, tá tey merkja, at órógv er á linjuni, og eisini kunnu tey finna uppá at bróta av, sigur leiðarin av internetdeildini hjá Føroya Tele.


Nýggja útgerð

Páll Wiberg Joensen sigur, at Føroya Tele hevur bílagt nýggja útgerð, fyri at basa trupulleikanum hjá fólki at koma inn á internetið. ­ Orsøkin til, at tað í seinastuni ikki altíð hevur borið so væl til at koma inn á internetið er, at vit fingu so nógvar nýggjar kundar um jólini. Hetta hevur ført við sær, at tá t.d. einki hevur verið í sjónvarpinum, so hava so nógv leitað sær inn á internetið, at mótaldsskipanin hjá okkum ikki hevur kunnað klárað tað. Tískil hava vit avgjørt at seta upp ein nýggjan mótaldspult við 240 mótaldum, ið geva møguleika fyri 2.400 brúkarum afturat. Hetta skuldi so gjørt, at ikki er upptikið, tá ein roynir at koma inn á internetið hjá Føroya Tele.

­ Nýggja útgerðin hjá okkum gevur kundanum teir møguleikar, at hann kann ringja inn við øllum verandi v-protokollum og ISDN. Tá príspolitikkurin hjá Føroya Tele um ISDN er klárur, ber til hjá kundanum at tekna seg til eitt ISDN hald, Sigur Páll Wiberg Joensen. Hann lovar, at útgerðin verður tikin í nýtslu 1. februar, men sigur tó, at príspolitikkurin viðvíkjandi ISDN skipanini ikki er hansara borð, og kann hann tískil ikki lova at ISDN skipanin verður klár 1. februar.


Ikki upptikið aftur

Páll Wiberg Joensen sigur, at eftir at nýggja útgerðn er sett upp, fer tað ikki at henda seg aftur, at ein ikki sleppur inn á internetið orsaka av, at linjan er upptikin. Hann sigur, at tá tørvurin fyri fleiri mótaldum aftur fer at vísa seg, verða 120 nýggj mótald sett upp afturat, og soleiðis er ætlanin at halda áfram so hvørt brúk er fyri tí.

Føroya Tele hevur í løtuni um 2.500 brúkarar, ið nýta uppringt samband, so nýggja útgerðin, ið gevur møguleika fyri 2.400 brúkarum afturat, skuldi helst nøkta tørvin eina tíð frameftir.

Leiðarin á internetdeildini sigur, at trýstið á útgerðina hjá teimum helst ikki skal koma upp um 80 prosent. Hann sigur at miðaltrýstið liggur um 50 prosent, men um kvøldarnar hendir tað seg ofta fyri tíðina, at trýstið fer upp um tey 80 prosentini. ­ Men tá nýggja útgerðin er tikin í nýtslu, verður eingin trupulleiki við trýstinum á útgerðina hjá okkum, sigur Páll Wiberg Joensen at enda.