- Tað var ein skelkur

Seinnapartin fríggjadagin fóru tríggir hálvvaksnir dreingir á bláman, tá jollan, teir sigldu í, holvdist útfyri Lopransfirði. Skaðið kundið staðist av, men hegni og hepni gjørdi, at allir sluppu uppá kjølin at sita og so var bert at bíta kuldan í seg og bíða eftir bjargingini

 Fríggjadagurin kundi verið skaðadagur í Vági, men hegni og hepni vildi tað ørðvísi. Men ein skelk fingu teir tríggir ungu vágbingarnir, sum í jollu koppaðu útfyri Lopransfirði.
Tað var um 16 tíðina fríggjadagin, at óhappið hendi. Teir tríggir sigldu í jollu, sum so ofta áður. Ætlanin var at fara til Víkarbyrgis, hóast tað kann tykjast heldur langt í so lítlum fari.
 
Í spølni
Men útfyri Núpinum við Lopransfjørð sigldu teir í spølni móti aldunum. Veðrið var hampuligt, men ikki heilt stilt í sjónum.
Tá  teir so skulu skifta pláss á lítla farinum, eru teir allir í somu síðu eina stund, og tá kemur ein alda og gevur síðsta skumpið, so jollan holvdist.
- Vit fingu fatur á jolluni beinanvegin og royndu tvær ferðir at fáa hana á rættkjøl, men tað eydnaðist ikki, sigur eini drongurin, ið vit hava prátað við.
Í óeydnuni má sigast, at eydnan var við. Allir eru góðir svimjarar og tað eydnaðist øllum trimum at  koma upp á kjølin at sita. Allir vóru hjá jolluni og høvdu fatur og ongin teirra var í vanda fyri at koma burturfrá. Vandi var ongantíð á ferð í so máta.
                     
Fingu skelk
So sótu teir á kjølinum á lítla farinum og roynduat vinka til bilar. Men tá ein góð løta var farin sóu fólk á Nesi í Vági dreingirnar og skjóttgangandi bátur fór eftir teimum og bjargaði teimum, eftir at teir høvdu bíðað í á leið ein hálvan tíma.
- Vit vóru kaldir og vátir. Og sjálvandi hava vit fingið ein skelk, sigur eini drongurin, vit hava prátað við.
Torur tú í bát aftur og hvat siga foreldur og onnur?
- Tað tekur tíð at koma fyri seg aftur eftir slíkan skelk, men eg tori í bát aftur, men kanska ikki beint nú. Foreldrini royna alla tíðina at spyrja hvussu eg  havi tað og slíkt, men eg eri komin yvir tað, sigur drongurin.
Tað var eina 16 fót glastrevjabátur, ein jolla, sum drongirnir sigldu í. Eini av drongjunum eigur jolluna.
Samanumtikið er drongurin, vit práta við, fegin um, at tað spældi so væl av, tí vannlukka kundið staðist av og eitt undur er tað, at allir komu sær uppá kjølin at sita.
- Allir duga at svimja, sigur drongurin lítillátin.