Fleiri danskir fjølmiðlar skriva, at danski hermaðurin, sum doyði av einari spreinging í Afghanistan i gjár, var kvinna. Hetta er fyrstu ferð, at ein kvinnuligur danskur hermaður er falln í bardaga.
Danska herleiðslan vil ikki gera nakrar viðmerkingar til tíðindini í fjølmiðlunum, tí tey avvarandi hjá tí falna hava framvegis ikki givið herleiðsluni tilsøgn um at siga, hvønn talan er um.
Fimm aðrir danskir hermenn vórðu særdir av spreingingum í Afghanistan í gjár.