– Tað var ein hvøkkur, og eitt vónbrot, at tað kom so nógvur politikkur upp í málið um Glasir. Tað sigur Rigmor Dam, sum fór frá sum landsstýriskvinna í mentamálum í gjár í kjalarvørrinum á byggigøluni á Glasi.
Men hon sigur, at tað vísti seg skjótt, at bæði tinglimir í samgonguni og í andstøðuni fóru at brúka málið politiskt til at vinna sær nakrar fyrimunir.
Les eisini: Rigmor Dam leggur frá sær
Hon var hvassorðað við Landsverk, tá ið hon greiddi frá, hví hon legði frá sær, men hon sigur, at hon kundi verið nógv meiri hvassorðað, enn hon var. Men nú vónar hin, at Landsverk verður umskipaður, tí hetta, sum er hent í hesum málið, má ikki henda aftur.
Les eisin: Ruðuleiðin um Glasir heldur fram
Hon heldur, at tað er ringt at taka ábyrgd av einum máli, tí hon sigur, at í hesum máli varð hon drigin upp á tráð, og tí heldur hon framvegis ikki, at tað var eftirlitið í Mentamálaráðnum, sum sveik.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Rigmor Dam greiða frá á FM1, hví hon legði frá sær, og, hvat hon annars heldur um støðuna, sum er íkomin.