Tað vóru teir skriftærdu og prestarnir sum einamest stóðu Jesusi ímóti

Ebbedinna Jacobsen
Kollafirði

Ikki so sjáldan lesa vit bæði í føroyskum og donskum bløðum um, at menn og kvinnur, ið hava lisið gudfrøði og virka sum prestar, avnokta at Jesus Kristus varð føddur av eini moyggj. Hesir stíga fram og siga, at Bíblian ikki í øllum førum er innblást av Gudi. Teir loyva sær at skræða Guds orð sundur fyri eygunum á teimum, sum tey skulu vera andaligir vegleiðarar hjá. Jesus segði um slíkar: "Blindir vegleiðarar eru teir blindum; og tá ið blindur leiðir blindan falla báðir í grøvina." (Matteus 15,14)

Táið vit lesa í evangeliunum síggja vit, at tað eru høvuðsprestar og skriftlærdir, sum Jesus ofta talar um og biður okkum varða okkum fyri. Jesus visti alt og kendi hugsanir teirra, so tað var ikki av ongum hann segði so. Eg haldi at ávarðing Jesusar móti slíkum er eisini í gildi í dag. Tað vóru eisini hesir somu, sum við svikum, fingu Jesus tiknan av døgum. Teir skipaðu eisini fyri, at væl skuldi verða hildið vakt við grøv Jesusar, av ótta fyri at lærisveinar Jesusar fóru at stjala líkið og siga hann vera risnan upp.
Men teir kundu ikki við allari teirra vakt forða fyri at Jesus reis upp. Tá ið so Jesus var risin upp góvu teir fólki pening fyri at bera fram ósannindi og søgdu at "lærisveinar Hansara komu um náttina og stjólu Hann, meðan vit svóvu.".Alla hesa tilgongdina lesa vit um í kapitlunum 27-28 í Matteusar evangelium.

Ormaavkom
Í Nýggja Testamenti verður nógv skrivað um hvussu omanfyri nevndu persónar bóru seg at móti Jesusi, sum var hin í Skriftini fráboðaði Messias. Her skulu verða tikin nøkur dømi:
Jóhannes doypari sigur:
"Men tá ið Jesus sá nógvar Farisearar og Saddukearar kom til dóp sín, segði hann við teir: "Ormaavkom! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan vreiðini, ið kemur?" (Matteus 3,7)
"Tá ið Fariseararnir hoyrdu hetta, søgdu teir:"Tað er bert við Be´elsebul, høvdinga hinna illu anda, Hesin (Jesus) rekur út illar andar." (Matteus 12,34)
Í kapitlunum 23-24 í Matteusar evangelium eru nøkur álvarslig orð viðvíkjandi omanfyri nevndu persónum, t.d.:
"Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara!" 23,14
"Vei tykkum, blindu vegleiðarar tykkara!" 23,16
"Høggormar! Ormaavkom!" 23,33
"Mangir lygiprofetar, skulu stíga fram og villeiða mong." 24,11
"Høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu tá at fáa rangan vitnisburð móti Jesusi, so teir kundu taka Hann av døgum." 26,59
"Tá ið nú morgunin var komin, hildu allir høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins ráð móti Jesusi at drepa Hann." 27,1
"Og alt tað, sum høvuðsprestarnir og hinir elstu klagaðu Hann fyri, svaraði hann einki." 27,12
"Men høvuðsprestarnir og hinir elstu yvirtalaðu fólkið at biðja um at fáa Barrabas leysan, men Jesus dripnan."27,20
"Á sama hátt háðaðu høvuðsprestarnir Jesus." 27,40
"Dagin eftir& savnaðust høvuðsprestarnir og Fariseararnir hjá Pilatusi og søgdu: "Okkum kemur í hug, at hasin villeiðarin (Jesus) segði, meðan hann enn livdi: Eftir tríggjar dagar rísi Eg upp." 27,62

Teir østu fólki upp móti Jesusi
Í Markusar evangelium lesa vit:
"Táið hinir skriftlærdu og fariseararnir sóu, at Hann át við tollarum og syndarum, søgdu teir við lærisveinar Hansara: "Hann etur og drekkur við tollarum og syndarum." 2,16
"Varðið tykkum fyri hinum skriftlærdu, sum fegin vilja ganga í síðum klæðum og verða heilsaðir á torgunum." 12,38
"Høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu royndu, hvussu teir kundu taka Jesus við svikum og drepa Hann." 14,1
"Men høvuðsprestarnir østu fólkið upp at biðja um, at hann fyrr skuldi geva teimum Barrabas leysan." 15,11

Royndu at fáa Jesus fyribeindan
Í Lukasar evangelium lesa vit:
"Hinir skriftlærdu og Fariserarnir høvdu eyguni eftir Jesusi, um Hann mundi fara at grøða sabbat, fyri at teir kundu finna okkurt at klaga hann fyri." 6,7
"Menniskjasonurin skal líða nógv og verða vrakaður av hinum elstu, høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu." 9,22
"Bæði Fariseararnir og hinir skriftlærdu knarraðu og søgdu: "Hesin (Jesus) tekur ímóti syndarum og etur við teimum!" 15,2
"Men høvuðsprestarnir, hinir skriftlærdu og hinir fremstu menn fólksins royndu at fáa Hann ruddaðan av vegnum." 19,47
Í Jóhannesar evangelium lesa vit:
"Høvuðsprestarnir og Fariseararnir sendu tænarar avstað at taka Jesus." 7,32
"Høvuðsprestarnir løgdu upp ráð at drepa Lázarus við." 12,10

Rannsakaðu og prædikaðu skriftirnar, men vóru ikki umvendir
Í Apostlasøguni 26,11-12 sigur Paulus, sum áðrenn umvending sína var ein skriftlærdur fariseari, um leiklut sín í at jagstra tey trúgvandi:
"Eg læt tey íðiliga straffa í hvørji synagogu og tvingaði tey at spotta, og eg gekk so langt í øði míni móti teimum, at eg forfylgdi tey til býir í øðrum londum. Í hesum ørindum fór eg tá til Damaskus við valdi og myndugleika frá høvuðsprestunum."
Hóast hann var ein skriflærdur og kendi skriftirnar, var hann kortini ikki ein umvendur maður. Hann helt seg vera á góðari andaligari leið, men nýggja lívið í Kristusi var hon fremmant. Hann var ein av teimum, sum Jesus segði um:
"Tit rannsaka skriftirnar, tí tit hugsa, at tit hava ævigt lív í teimum; og tað eru tær, ið tala um Meg. Og til Mín vilja tit ikki koma, so tit kunnu fáa lív." (Jóhannes 5,39)
Vitnisburðurin hjá hinum skriftlærda Paulusi, er hesin:
"Eg, sum áður var spottari, atsøkjari og yvirgangskroppur, men eg fann miskunn, av tí at eg visti ikki betur, tá ið eg í vantrúg gjørdi so&tað er trúvert orð og til fulnar vert at verða fagnað, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og av teimum eri eg hin størsti."