Tað vóru nógv mál í Gundadali

1. DEILD: HB vann stig ímóti væl mannaðum favorittum

Í dag fer næstbesta fótbóltsdeildin í summarfrí. Hetta vikuskiftið er sekstanda umfar á skránni.

Fyrsti dysturin var í gjárkvøldið, tá ið teir næstbestu hjá HB høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ.

Tað endaði 3-3. Tað eru góð tíðindi hjá ÍF og B68, sum  við sigrum í dag kunnu styrkja sína støðu í toppinum og harvið í strembanini at vinna uppflyting.

 

Støðutalvan sigur, at NSÍ hevur meiri enn tvífalt so nógv stig, sum HB hevur, og harvið vóru gestirnir favorittar. Á NSÍ liðnum vóru fleiri spælarar, sum eisini spæla á besta liðnum: Pætur Hentze, Petur Knudsen og Jann Benjaminsen.

Á HB liðnum var tað bara Daniel Johansen, sum regluliga er á besta liðnum.

 

Í dag eru hinir fýra dystirnir. Felags fyri ÍF og B68 er, at tey eru favorittar á útivølli – B68 á Sandi og ÍF í Hoyvík.

 

16. umfar

Fríggjadagin

HB – NSÍ 3-3 (3-2)

0-1: Jann Martin Mortensen 9.

1-1: Bjarni Brimnes 24.

1-2: Jann Benjaminsen 27.

2-2: Hans Jákup Annfinsson 36.

3-2: Aron Clementsen 43.

3-3: Petur Knudsen 62.

 

Ídag

Víkingur – Skála: Alex Troleis kl. 13.00

Giza Hoyvík – ÍF: Rani A. Skaalum kl. 14.30

B71 – B68: Bjarki Danielsen kl. 15.00

Suðringar – KÍ: Lars Müller kl. 15.00