Í Russlandi heldur ákæruvaldið seg hava fingið vissu fyri, at tað var ein kekenskur felagsskapur, sum beindi fyri tíðindakvinnuna Anna Politkovskaya. Hon bleiv funnin skotin uttan fyri íbúð sína í Moskva fyri einum ári síðani. Høvuðsákærin, Jurij Tjajka, sigur við Itas-Tass, at maðurin, sum stóð á odda fyri drápsliðnum, er ættaður úr Kekenia, men býr í Moskva. Sambært ákæranum var tað helst hesin sami felagsskapurin, sum myrdi amerikanska tíðindamannin Paul Klebnikov fyri trimum árum síðani. Millum limirnar í felagsskapinum eru fyrrverandi og núverandi yvirmenn í trygdartænastuni FSB, skrivar Itar-Tass.










