Tað vóru ikki arabarar

Ein stórur meiriluti av heimsins muslimum halda ikki, at tað vóru arabarar, sum skipaðu fyri yvirgangsatsóknunum í USA tann 11. september í fjør

Hetta sæst í einari kanning, sum amerikanski Gallup-stovnurin hevur gjørt í arabiskum og muslimskum londum. Hóast fjølmiðlar um allan heim óteljandi ferðir hava sagt og skrivað, at 15 av teimum 19 flogrænarunum vóru saudiarabarar, halda bara 18 prosent av teimum spurdu muslimunum, at tað vóru arabarar, sum skipaðu fyri atsóknunum.

Blaðið USA Today skrivar, at nógv av teimum spurdu geva Ísrael og USA sjálvum skyldina av tí, sum hendi.
Gallup hevur spurt 9.924 fólk í teimum níggju londunum Saudiarabia, Iran, Pakistan, Indonesia, Turkalandi, Libanon, Kuwait, Jordan og Marokko. Umleið helmingurin av heimsins muslimum búgva í hesum londunum.
Tey vórðu eisini spurd, hvat tey hildu um amerikansku krígsførsluna í Afghanistan. Níggju prosent svaraðu, USA hevði rætt til at fara í kríggj ímóti Taliban og al-Qaeda, men 77 prosent hildu, at amerikanska avgerðin var skeiv.