Tað vóru tríggir stórsigrar, tá ið 22. umfar var á skrá ídag. B36 vann 5-1 í Fugalfirði, 07 Vestur vann 5-0 á heimavølli ímóti Skála, og í kvøld vann KÍ 5-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi.
Sera týdningarmikið fyri kappingina um FM var tað, at Víkingur vann 2-1 í Gundadali ímóti HB. Tað úrslitið ber við sær, at møguleikin hjá HB at vinna seg í europeisku kappingina næsta summar er mest sum burtur.
Hóast tað endaði málleyst, tá ið NSÍ seinnapartin var í Trongisvági, so hevur NSÍ við sigri í steypafinaluni vunnið seg í europeisku kappingina næsta summar. Hini trý liðini í europeisku kappingini næsta summar vera Víkingur, KÍ og B36.
Mikukvøldið hittast Víkingur og KÍ í Gøtu. Um tað ikki eydnast KÍ at vinna, so verður tað ógvuliga torført hjá KÍ at fáa Víking aftur, og so er sera góður møguleiki fyri, at Víkingur fer at endurvinna FM heitið.
Stóru málskjúttarnir í hesum umfarinum vóru Páll A. Klettskarð hjá KÍ og John Frederiksen hjá 07 Vestur.
Páll A. Klettskarð skoraði fýra ferðir, og John Fredriksen skoraði tríggjar ferðir.
-Í kvøld eydnaðist tað, sum viðhvørt hevur kenst eitt sindur meiri striltið. Nú flyta vit fokus á uppgerðina í Sarpugerði mikukvøldið. Tað er alneyðugt hjá okkum at vinna ímóti Víkingi, sigur ferfaldi KÍ málskjúttin Páll A. Klettskarð.
KÍ-EB/Streymur 6-0 (2-0)
1-0: Jonas Flindt Rasmussen 2.
2-0: Jóannes K. Danielsen 26.
3-0: Páll A. Klettskarð 55.
4-0: Páll A. Klettskarð br 58.
5-0: Páll A. Klettskarð 61.
6-0: Páll A. Klettskarð 88.
ÍF-B36 1-5 (0-3)
0-1: Odmar Færø 8.
0-2: Alex Mellemgaard 33.
0-3: Róaldur Jakobsen 44.
0-4: Patrik Johannesen 56.
0-5: Erlendur Magnussen 69.
1-5: sjálvmál 92.
07 Vestur-Skála 5-0 (3-0)
1-0: Høgni Egilstoft Nielsen 7.
2-0: John Fredriksen 12.
3-0: John Fredriksen 15.
4-0: Søren B. Nielsen 54.
5-0: John Fredriksen 78.
HB-Víkingur 1-2 (1-1)
0-1: Hanus Jacobsen br 36.
1-1: Daniel Johansen 38.
1-2: Adeshina Lawal 84.
Suðringar-NSÍ 0-0
Støðan eftir 22. umfar
Víkingur 48
KÍ 43
B36 41
NSÍ 37
HB 33
Suðringar 25
EB/Streymur 23
Skála 23
07 Vestur 19
ÍF 9
23. umfar
Mikudagin 20. september
Víkingur-KÍ
NSÍ-HB
Skála-ÍF
EB/Streymur-07 Vestur
B36-Suðringar