Tað vóru favorittsigrar í Gøtu og Sørvági

Hvørki FC Hoyvík ella Skála megnaði at skjóta mál og hótta favorittarnar í bestu deildini, sum áttu heimavøll

07 Vestur í Sørvági og Víkingur í Sarpugerði gjørdu, sum tað varð roknað við, tá ið liðini høvdu vitjan av ávikavíst FC Hoyvík og Skála.

FC Hoyvík vann í undanumfarinum 3-0 á útivølli ímóti Royn. Í dag var FC Hoyvík í Sørvági. 07 Vestur vann 3-0 eftir 2-0 í fyrra hálvleiki. Norsku spælararnir hjá 07 Vestur – Erling Flovte Muklebust og Martin Heiberg Pettersen – skoraðu málini í fyrra hálvleiki. Tað fyrra var við brotssparki í 9. minutti. Tá hevði 07 Vestur havt tvær vandamiklar støður í sambandi við hornaspark.

Seinna málið í fyrra hálvleiki varð eisini skorað eftir hornaspark, sum Erling Flovte Muklebust tók sær av, tá ið tað restaðu tíggju minuttir til hálvleik.

Tá ið ein stórur tími var farin, staðfesti Teitur Olsen sigurin eftir sending frá vongverjanum í vinstru Jóannis á Steig.

Tølini siga, at tað var stórur munur á liðunum. Eitt nú vann 07 Vestur 21 hornaspørk, og FC Hoyvík vann eitt hornaspark.

Sammett við undanfarnu ferðirnar vóru Dánjal Pauli Lervig, Sølvi Egilsson og Albert Theis Nielsen nýggir á heimaliðnum.

Í Sarpugerði var stórur hálvur tími farin, tá ið Olaf Bárðarson økti um heimaleiðsluna, so hon var 2-0. Sølvi Vatnhamar átti uppleggið. Hann skoraði fyrra málið í sjeynda minutti. Tá átti Olaf Bárðarson uppleggið.

Sammett við liðið, sum mikukvøldið tapti 2-1 ímóti KÍ, vóru tveir millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi – Martin Klein Joensen og Bárður J. Hansen.