Tað er dýrdarveður í Fuglafirði, og líkindini at rógva kapp eru framúr góð.
Sølmundur vann aftur í dag og hevur vunnið allar fýra kappróðrarnar millum 6-mannafør við kvinnum.
Sum undanfarnu ferðirnar var sigurin aftur í dag sannførandi. Tað vóru tvær bátslongdir aftur til Smyril.
Vágskvinnur umborð á Smyrli høvdu hug at bjóða av, og tað var heilt javnt millum tveir teir fremstu bátarnar, inntil málið var meiri enn hálvrógvið. Onkra løtuna var Smyril undan Gongurvólvi.
So vístu tær av Glyvrum, hvar skápið skuldi standa. Tað var leyst millum bátarnar, áðrenn tað varð farið undir endaspurtin, og so leið tað uppaftur betri eftir hjá Sølmundi.
Fortuna tóktist leingi ikki at vera við í kappingini um næstfremsta plássið, men í endaspurtinum varð tað heilt spennandi.
Fjórði báturin í dag var Jarnbardur hjá Róðrarfelagnum Knørri.
1 Sølmundur 5.15.47
2 Smyril 5.21.32
3 Fortuna 5.22.43
4 Jarnbardur 5.28.03