Tað er ikki yvir at dylja, at tað gongur illa at fáa kommunulæknar at støðast úti um landið og av tí saman gongur tað eisini strilti at fáa kommunulæknar í fast starv kring um í landinum. Tað hevur eisini Suðuroyggin merkt sviðan av, tí eisini her hongur strilti at fáa kommunulæknar í fast starv.
Men tað heldur Jens Anton Filtenborg, kommunulækni á Tvøroyri, er eitt sindur óskiljandi. Sjálvur hevur hann verið avloysari á Tvøroyri heilar 50 ferðir, so hann kennir umstøðurnar.
Hann sigur, at eftir hansara tykki eru umstøðurnar hjá einum kommunulækna í Suðuroy betri enn tær eru flesta aðrastaðni í Føroyum, og eisini betri enn tær eru flesta staðni í Danmark. Og hann heldur eisini, at tað sama er galdandi fyri tænastuna frá kommunulæknunum til borgararnar.
Hann sigur, at læknaviðtalurnar eru ikki so stórar, so samskiftið ímillum lækna og sjúklingin er rættiliga persónligt.
– Samstundis er arbeiðsumstøðurnar fantastiska góðar. Og tað eru tær ikki minst tí at eitt sjúkrahús er beint við, sum veitir kommunulæknunum eina fantastiska tænastu. Sjúkrahúsið ger nevniliga, at tað er skjótt at kanna sjúklingar í teimum førum, tað er neyðugt, sigur Jens Anton Filtenborg.
– Skal eg vita, hvat bagir einum sjúklingi, kann eg senda hann beint yvir á sjúkrahúsið at taka blóðroyndir, ella røntgenmyndur, og samstundis er tað rættiliga skjótt at fáa úrslitið av kanningunum.
– Vit hava eisini fleiri serlæknar á Suðuroya sjúkrahúsi, sum eisini eru til taks hjá okkum. Og tá ið eg komi aftur til arbeiðis á Tvøroyri í summar, hava vit somuleiðis ein skannara til taks, og tað fer at gera umstøðurnar upp aftur betri.
Men er tað neyðugt, ber eisini til at senda sjúklingar á Landsjúkrahúsið, leggur hann afturat.
Tí heldur hann, at hjá tveimum ungum kommunulæknum, hevði viðtalan á Tvøroyri verið ein fínur møguleiki.
– Ein viðtala sum hendan, er ikki bara ein avgreiðsla, tí læknarnir sleppa í stóran mun sjálvir at sjúkugreina sjúklingarnar við teimum hentleikum sum eru til taks við bæði rannsóknarstovu, røntgen, skannara og yvirlæknum beint við á sjúkrahúsinum.
– Sjálvsagt er tað nógv at gera til tíðir, men tað er tað jú í øllum yrkjum, so tað fær meg ikki at setast aftur, staðfestir hann-
Filtenborg leggur afturat, at so vítt hann veit, eru tað nakrir læknar, sum eru undir útbúgving til kommunulækna, og hann væntar avgjørt, at sum frá líður fer tað at eydnast at fáa kommunulæknar í fast starv í Suðuroy.