Fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, hevur tikið fýra menn, tí løgreglan hevur illgruna um, at teir høvdu lagt ætlanir um eina yvirgangsatsókn at skrivstovunum hjá Jyllands-Posten á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn.
PET sigur, at tríggir av monnunum búgva í Svøríki, og at teir komu til Danmarkar í nátt. Ein teirra er ættaður úr Tunesia, ein er úr Libanon, men btað er ikki greitt, hvør tann triði er. Tann fjórði maðurin, sum ere tikin, er ættaður úr Irak. Hann er 26 ára gamal og býr í Danmark.
Samstundis hevur svenska løgreglan handtikið ein 37 ára gamlan mann, sum er ættaður úr Tunesia.
PET sigur, at tænastan hevur arbeitt saman við svensku trygdarløgregluni SÄPO í málinum.