Atli Danielsen fyrireikar seg í hesum døgum saman við liðfeløgunum í Frem til restina av hesum kappingarárinum. Fyrsti dysturin verður á heimavølli skírisdag, hósdagin 20. mars, tá ið SønderjyskE fer at vitja í Valby.
Eitt sindur av ófriði er í Frem, og tað sæst aftur í, at fleiri spælarar eru farnir at hyggja burtur frá felagnum og ímóti øðrum feløgunum. Í hesi vikuni hava tríggir spælarar, sum sáttmálaskeiðið verður liðugt hjá í summar, boðað frá, at teir hyggja aðrar vegir. Teir tríggir eru Nabil Aslam, Mikael Simonsen og Christian Brøndum, sum nú allir eru á sølulistanum hjá spælarafelagnum.
Orsøkin er tann, at tað enn ikki er endaliga greitt, hvussu tað verður við fíggjarliga ódnarveðrinum, sum felagið leingi hevur verið í. Felags fyri hesar tríggjar er, at sáttmálaskeiðið hjá teimum í Frem verður liðugt í summar. Støðan hjá felagnum er so mikið vánalig, at DBU hevur ikki loyvt Frem at skriva nýggjar sáttmálar.
Tað hevur leingi ljóðað, at fíggjarligu trupulleikarnir í Frem eru um at vera loystir, men enn er hetta ikki endaliga staðfest.










