- tað tykist mangan løgið

Hóast Bartal Eliasen hevur verið ein av okkara allarfremstu verjuleikarum í nógv ár, so hevur hann ongantíð av álvara fingið møguleikan á landsliðnum

Millum fótbóltsáhugaðar føroyingar hevur tað mangan vakt ans, at Bartal Eliasen so sjáldan hevur verið úttikin til føroyska landsliðið. Hóast Bartal í mong ár hevur verið millum mest sjónligu leikararnar í føroysku kappingini, so er hann bert skrásettur fyri fýra landsdystir.

Eg havi uppgivið landsliðið
Bartal Eliasen sigur, at hann mangan hevur undrast á landsliðsúttøkuna. Sum dømi um hetta nevnir hann, at hann fyri nøkrum árum síðani var við landsliðnum á venjingarlegu á Kypern, har teir leiktu tveir dystir móti ávíkavist Pólandi og Andorra. Í báðum dystunum leikti Bartal allar 90 minuttir, og aftaná fekk hann at vita frá Jógvan Martini Olsen, sum tá hevði ábyrgdina av liðnum, at hann var komin ógvuliga væl frá dystunum báðum. Tí hevði hann væntað at frætt aftur frá landsliðnum, men enn hevur hann einki hoyrt. Av somu orsøk sigur Bartal Eliasen, at fyri hansara viðkomandi er landsliðið ein farin tíð, hóast hann einans er 27 ára gamal. Eg havi fleiri ferðir mett meg nóg góðan til landsliðshópin, men eri als ikki komin upp á tal, og tað virkar eitt sindur løgið í mínum eygum, sigur Bartal Eliasen.
Eisini sigur Bartal, at hann ofta hevur undrast á, at tað so mangan eru leikarar úr NSÍ, ið verða úttiknir, tá ið onkur meldar avboð til landsliðið. Seinasta dømi um hetta var í vetur, tá ið landsliðið fór á venjingarlegu í Spania. Stutt undan venjingarleguni var ein hópur savnaður á Svangaskarði til venjingar, og tá ið hópurin so fór avstað til Spania, vóru fleiri broytingar í hópinum. Millum annað var Óli Hansen úr NSÍ úttikin heldur enn Símun Eliasen úr HB, sum kanska var besti verjuleikarin í Føroyum í fjør, heldur Bartal. Somuleiðis heldur Bartal tað verða eitt náttúrligt krav, at ein føroyskur landsliðsvenjari býr í Føroyum, meðan kappingin her heima er í gongd, so at hann kann fylgja við teimum einkultu spælarunum, og hvussu tað gongur hjá teimum.