Men tað kann blíva ov mikið.
Tað heldur Jan Lamhauge, journalistur í Kringvarpinum, í kjalarvørrinum á sendingini Skattamálið og eftir at Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, legði hann og Kringvarpið undir at manipulera í sendingini.
Sosialurin hevur hitt mannin handan sendingina.
Temaið í Vikuskiftis Sosialinum er um Guds grøðing.
– Guds hjartalag er at gera menniskjum væl. Eg ivist ikki í, at Gud grøðir enn í dag, hoast ikki øll, vit byðja fyri, blíva grødd, sigur Poli Jacobsen, samkomuleiðari í »Guds Orði«
Trýstið á pílin í myndini og hoyrið og síggið Barbaru Holm, blaðstjóra, og Trónd Arge, ítróttarblaðstjóra, greiða frá innihaldinum í Vikuskiftis Sosialinum sum fæst í leysasølu kring landið.
Talgild útgáva av blaðnum kann keypast á www.sos.fo