Tað trygga beinið verður piðað

Føroyski búskapurin stendur á tveimum beinum (fiskivinnu og blokkstuðli). Av hesum báðum, hevur blokkstuðulin víst seg at verið tað tryggara beinið. - Men nú verður hetta beinið piðað.

Herfyri metti ein búskaparfrøðingur, at skulu vit sjálvi finna nýggjar inntøkur ístaðin fyri blokkin, so skulu vit økja um okkara útflutning við 2,4 milliardum krónum árliga. Vit skulu sostatt meira enn tvífalda okkara útflutning, fyri at fáa 1 milliard kr. meira at ráða yvir.
Eg veit ikki, um hetta er heilt rætt. Men tað ljóðar sannlíkt, burtursæð frá, at tað verður trupult at finna rávørur v.m., til eina slíka øking í útflutninginum. Hetta merkir eisini, at vit nú orsakað av ríkisfelagsskapinum liva, sum um vit høvdu ein útflutning uppá 4,4 milliardir og ikki góðar 2 milliardir krónur.
Tey ið komu við uppskotum og festu herróp á blað um niðurskurð av blokkinum, skilda okkum eina ítøkiliga frágreiðing um tær ætlanir, ið liggja fyri framman og sum skulu koma ístaðin fyri tað eina beinið, sum er blokkurin. Tí enn er tunnligt við upplýsiningum um, hvat er í væntu.

Sjálvberandi búskapur
Vit tosa so nógv um, at føroyski búskapurin skal gerast sjálvberandi. Vit skulu ikki hava ein blokkstuðul á hvørjum ári frá Dønum ! Vit skulu gjalda alt sjálvi við tveimun triðingum av tí peningi, ið er á fíggjarlógini. Tann eina triðingin vilja vit hvørki eiga ella hava nakað við at gera, tí hesin triðingurin er at rokna sum ein olmussugáva frá dønum. Tað verður enntá sagt, at hendan olmussugávan ger tað beinleiðis ómøguligt fyri hvønn einasta føroyska politikkara at stýra við ábyrgd ! Tí, sum teir siga, ein kann ikki stýra við ábyrgd, tá ?olmussupeningur ? er uppi í leikinum !

Leigugjald frá Nato
Røddir hava verið frammi um, at hetta (blokkurin) eru pengar sum Dannmark sparir í verjuútreiðslum og tí fellur tað teimum so lætt, at senda okkum hendan pening !
Grønlendingar siga, at teirra búskapur skal vera sjálvberandi og blokkurin er óneyðugur, tí hesir pengar kunnu ístaðin fáast sum leigugjald frá Nato !? Er hetta eisini hugsanin hjá føroysku loysingarflokkunum? Er fyribrygdi, hjá okkum og Grønlendingum, blokkur, bara galið tí at hesin peningur, um eg so má siga, vendir í Dannmark?
Er tað virkiliga so, at um vit føroyingar loysa frá Dannmark og sleppa av við blokkin, at alt verður bara gott?
Er tað meira føroyskt at fáa pengar frá Nato, enn tað er at fáa pengar úr Danmark?
Hví verður alt sum kemur úr Danmark kallað ?olmussa?, meðan tað sum kemur til dømis úr Íslandi er ?ein útrætt bróðurhond??
Nei, lat okkum takað saman lógvatøk, bretta uppum armar og byrja uppá at dagføra okkara skipanir á øllum økjum. Tá nústani vita vit, hvat í krevst av stuðuli til okkara búðskap.
Eg skal enda við, at ynskja øllum lesarunum eitt gott nýggjár.