Tað trýtur ikki við ætlanum

Betri umstøður til ítrótt, fleiri ellis- og røktarheimspláss, skúlaútbyggingar og styrkt fyrisiting eru millum málini, sum komandi samgongan í Tórshavnar býráð hevur sett sær fyri.

Tey gleða seg sum børn at sleppa í gongd. Heðin, Jógvan, Leivur, Elin, Marin Katrina, Hildur og Katrin. Tað trýtur heldur ikki við ætlanum, sum komandi samgongan í Tórshavnar býráð millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkurin hevur skotið út í kortið fyri tey komandi fýra árini.
Við undirheitinum "Nýggj kós-nýggur hugburður" hevði komandi samgonga í Tórshavnar býráð bjóðað til tíðindafund hósdagin, har hon legði framm, hvørji mál fara at seta dagsskránna í Tórshavnar kommunu komandi fýra árini.

Dýrar ætlanir
Betri umstøður til ítrótt, fleiri ellis- og røktarheimspláss, parkeringskjallarar, betri umhvørvi, nýggir skúlar, ein meira framkomin brennistøð. Ja listin er langur av málum, sum nýggi býráðsmeirilutin hevur sett sær fyri, men ætlanirnar eru ikki heilt kostnaðarleysar.
Millum tungu íløgurnar kunnu nevnast nýggi skúlin í Hoyvík og ein brennistøð, sum skal lúka framkomin umhvørviskrøv. Hesar báðar íløgurnar liggja um 100 mió. krónurnar hvør. Hóast íløgukarmurin hjá Tórshavnar kommunu liggur um 90-100 mió. krónur árliga, so hevur samgongan kortini góðar vónir um at røkka hesum málum.
? Tú mást minnast, at politikkur snýr seg sanniliga um at seta sær langtíðarmál.Nøkur mál fara vit at klára í hesum valskeiðnum, meðan onnur verða vit við til at seta hol á, og sum fara at ganga inn í næsta valskeið. Eitt nú byggingin av nýggja skúlanum í Hoyvík fer at taka 6-7 ár, so vit megna ikki alt í hesum valskeiðnum, varð sagt á tíðindafundinum.
Spurd um tað kemur upp á tal at taka lán fyri at seta hesar ætlanir í verk, svaraði varaborgarstjórin, Jógvan Arge, at tað kom ikki upp á tal.

Fyrisiting styrkast
Nýggja samgongan sigur seg leggja stóran dent á, at tað verður størri opinleiki í kommunalu fyrisitingini. Ætlanin er, at borgarstjórin skal halda eyga við, at kærur og umsóknir um alment innlit verða viðgjørdar og svaraðar rættstundis.
Samstundis ætlar samgongan at styrkja fyrisitingarliga førleikan, og hetta skal gerast við at seta ein løgfrøðing at menna løgfrøðiliga førleikan sum heild og í málsviðgerð.
Í løtuni starvast eingin løgfrøðingur í Tórshavnar býráð.

Syskinaavsláttur
Í valstríðnum til kommunuvalið gjørdu fleiri valevnir vart við, at tørvur er á einum sysktinaavslátturi í høvuðstaðarkommununi, tí kostnaðurin fyri eitt ansingarpláss er so høgur. Júst syskinaavlátturin er eitt øki, sum komandi samgonga raðfestir høgt. Ætlanin er, at foreldur at fleiri børnum, sum eru á ansingarstovni, skulu fáa 25% avsláttur frá nummar tvey barni.
Prísurin fyri at fáa eitt barn ansað í høvuðsstaðarkommununi í dag liggur um 2500 krónur.

Oyggjaleikir aftur til Føroya
Hildur Eyðunsdóttir verður nýggi formaðurin í mentanarnevndini, og á tíðindafundinum kom framm, at Tórshavnar kommuna ætlar at leggja nógv fyri at fáa Oyggjarleikirnar aftur til Føroya.
Tað eru sløk 15 ár síðan, at Oyggjaleikirnir vórðu hildnir í Føroyum, og síðan hava røddir javnan verið frammi um, at tað kundi verið áhugavert at hýst leikunum aftur. Ein høvuðstrupuleiki hevur verið, at karmarnir til serliga frælsan ítrótt og fimleik ikki hava verið nøktandi fyri at skipa fyri leikunum, men hesum trupulleika ætlar komandi samgonga at koma til lívs.
Komandi formaðurin í mentanarnevndini, Hildur Eyðunsdóttir, segði at hon væntaði, at karmarnir til hýsa oyggjaleikunum aftur í Føroyum koma upp á pláss komandi valskeiðið, og skuldi verið lag á manni søkt um fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya.


Fakta:
Borgarstjóri: Heðin Mortensen
Varaborgarstjóri: Jógvan Arge

Formansessir:
???Marin Katrina Frýdal
Mentanarnevnd: Hildur Eyðunsdóttir
Sosialanevnd: Katrin Dahl Jakobsen
Umhvørvi og heilsunevndin:Elin Lindenskov
Byggi- og býarsamskipannevndin;Jógvan Arge
Havnarnevnd:Leivur Hansen