Fótbóltur
Tað er nú ikki serliga ótrúligt í sjálvum sær, at HB er føroyameistari. Tað høvdu teir verið 18 ferðir undan leygardegnum, og tí bara styrktu teir um støðuna sum mest vinnandi felagið í landinum.
Men tað var nú ótrúligt, at spenningurin um Formula-gullið yvir høvur varð varveittur fram til seinasta leikdag. Seinastu nógvu umførini hevði EB/Streymur so væl og virðiliga verið á gullkós, men so hvørt sum teir á felagsliðnum hoyknaðu alt meira, trokaði sigursvanda HB seg alt nærri. Og tá teir á Toftum skoraði í 94. minuttinum stóð greitt, at spenningurin skuldi halda sær til tað seinasta.
Kendu trýstið
Enn sum áður var tað tó EB/Streymur, sum hevði avgerðina í egnum hondum, men tað var tó ikki frítt, at HB tóktist darvað av trýstinum, tá seinasti dysturin varð blástur ígongd.
Móti einum ÍF-liði, sum púra greitt hevði í hyggju at verja og síðani dúva upp á kontra, megnaði HB sjáldan at skapa nakað serligt.
Kvika spælið, sum hevur eyðkent liðið stóran part av árinum, var mest sum ikki-eksisterandi. Eina løtu fyri steðgin var talan kanska um miðvíst trýst, men hetta komst tó einamest av, at ÍF hevði hug at bakka aftur í egnan brotsteig, og hetta tóktist eisini vera løtan, har HB skuldi avgera alt.
Men Jákup á Borg fekk ikki brotsspark, tá hann vildi. Bartal Eliasen tveitti seg niður í frmaúr blokadu, tá Rókur av Fløtum Jespersen hamraði til retur-bólt, og tá Ólavur í Ólavsstovu meddaði móti samankomingini, stóð Andras Gango væl plaseraður, soleiðis at hann fekk jústað uppum.
Boðini órógvaðu
Og spakuliga kom ÍF eisini meira við í dystin. Ikki minst mundi talan vera um góð tíðindi, tá tað frættist, at Skála hevði lagt seg á odda móti VB/Sumba, og bitið í mótálopunum gjørdist alt hvassari.
Serstakliga megnaði Hanus Eliasen fleiri ferðir at skapa órógv í HB-verjuni, eins og Christian Solberg hevði fleiri innlegg, sum væl kundu skapt nakrar møguleikar, um ÍF í størri mun hevði megnað at flutt fólk fram við, tá leitað varð móti HB-málinum.
Sum dysturin leið, tók HB alt meira yvir. Ivaleyst vistu fuglfirðingar eisini, at VB/Sumba hevði javnað á Skála, og tað merkti, at vónin um framhaldandi sunnudagsfótbólt var um at hvørva.
Og tá brølið úr HB-skýlinum avdúkaði, at KÍ hevði skorað, raknaði HB av álvara við. Tankin um at teir ikki megnaðu at gera sítt, sendi bylgdur gjøgnum alt liðið, sum støðugt flutti alt meira fólk fram. Jákup á Borg var beinleiðis óheppin, tá hann heldur enn at fáa brotsspark varð dømdur at vera rangstaddur – hann var minst ein metur on-side – og tá ÍF’ari mundi gjørt sjálvmál, hevði Gango eina framúr bjarging niðri við nærmara stólpa.
Eydnan og gullið
Neglabondini mundu vera mest sum niðurbitin í HB-húsinum, tá frúgvin Fortuna brádliga sendi sítt stóra smíl móti teimum. Upprunin til málið var ein mest sum tilvildarligur bóltur, sum Vagnur Mohr Mortensen elti.Ítøkiligur vandi var als ikki á ferð, men onkursvegna kendi frálíki ÍF-málverjin orsøk til at fremja sítt størsta mistak í ár. Og fangaður í ongamannalandi kundi hann bara spjálkandi hyggja at, tá Vagnur sum ein vandur billardspælari spakuliga stoytti leðurkúluna í einum bleytum boga móti málinum.
Og so brakaði um allan Gundadal. ÍF royndi í eini seinastu roynd at flyta alt fram seinastu minuttirnar av dystinum, men ikki óvæntað kostaði hetta eisini í hinum endanunm. Innskifti Tór-Ingar Akselsen dróg hegnisliga tríggjar mans at sær, áðrenn hann legði bóltin til Rógva Jacobsen, sum við einum drønandi høggi sendi bóltin niður í handara málhorn.
Og so mundi fagnaðurin ikki tikið nakran enda. Ikki tí HB-viðhaldsfólkini eru óvon við støðuna, men tað er langt síðani, at HB á hendan hátt hevur sníkt seg at gullinum í seinastu løtu. Tað kravdi hjálp frá øðrum. Og tað kravdi nakað av hepni, tá avgerandi bólturin skuldi sendast inn.
Men hinvegin hevur yvirritaði skrivari ongan tíð hoyrt um eitt lið, sum hevur vunnið nakað sum helst, uttan at hepnið eisini hevur spælt við á vegnum!