- Eg trúgvi meiri uppá, at góði fiskiskapurin er Guds signing heldur enn tilvild ella ávirkan av El Nino. Og um tað eru fleiri orsøkir, so tekur tað einki frá signing Guds.
Tað sigur skiparin á línuskipinum, Volunteer, Jón Rubeksen, sum Føroyska Sjómansmissiónin hevur hitt. Volunteer hevur seinastu tíðina gjørt fleiri góðar túrar. Næstseinasta túrin avreiddu teir 54.000 pund á hálvari fjórðu setu, og seinasta túr høvdu teir 33.000 pund á fimm setum.
Teir høvdu fyrst havt eina góða setu vestan fyri, men noyddust vegna veður fara eysturum at royna, har minni er at fáa. Skiparin letur eisini væl at fiskaprísinum. Fyrra túrin fingu teir umleið 20 krónur fyri kilo í miðal, og seinasta túrin fingu teir út við 21 krónur í miðal fyri kilo.
- Tað hevur verið væl meiri fiskur inni á grunninum í ár enn undanfarnu ár, og so eru vit enn ikki komin til bestu fiskitíð. Vestan fyri hevur bæði verið væl av toski og hýsu, og støddin hevur verið góð, sigur Jón Rubeksen, sum leggur aftrat, at eystan fyri hevur verið minni at fingið av toski, men nógv av smáari hýsu.
So, tað sær ikki so galið út, heldur skiparin vælnøgdur fyri.
Sjey mans eru við Volunteer, sum vanliga avreiðir á Toftum ella á Eiði. Skiparin var blíður við sjómanstrúboðaran, sum vitjaði umborð í fyrrakvøldið.