Tað var av ringasta veðri kring alt landið mánanáttina og mánadagin. Hetta førdi millum annað við sær, at Norrøna ikki fekk lagt at í Havn mánamorgunin, tí eystanættan er ein tann ringasta hjá skipinum at sleppa til bryggju í. Norrøna royndi um døgurðatíð mánadagin, men komin inn á Eystaru Vág, gjørdist tað greitt, at tað fór ikki at bera til at leggja at bryggju, og tí var farið út í Nólsoyarfjørð aftur. Leiðin gekk síðani inn á Skálafjørðin at kroka, og seinni seinnapartin mánadagin bar til at fáa lagt at bryggju í Runavík, soleiðis at tey fleiri enn 600 ferðafólkini sluppu í land. Tó noyddust bilar og farmur at verða verandi umborð.
Viðraði betur á náttartíð
Veðurforsøgnirnar søgdu, at vindurin fór at minka út á týsnáttina, og tí varð avgjørt at gera eina roynd at leggja at í Havn um fimmtíðina týsmorgunin. Tá viðraði eisini væl betur, og skipið hevði ongar trupulleikar av at koma til bryggju. Teir okkurt um hálvthundrað bilarnir og allur farmurin var síðani flutt í land, og gjørt varð klárt til at fara víðari til Íslands. Sambært ferðaætlanini skuldi Norrøna til Íslands klokkan sjey, og tann ætlanin bleiv hildin, verður upplýst á Smyril Line.
Hepni í óhepni
Mánadagurin var annars fyrsti dagurin í sonevndu vár/heyst ferðaætlanini hjá Norrønu, at tað kann ikki sigast annað enn at verða hepni í óhepni. Áki Jespersen, leiðari á skipsedeildini hjá Smyril Line, sigur, at sambært nýggju ferðaætlanini skuldi Norrønu ikki av Havnini aftur fyrr enn týsmorgunin, og tískil førdi seinkanin á Havnina ikki við sær, at skipið var komið langt afturút í mun til ferðaætlanina.
? Hevði tað verið í summarsiglingini, at seinkingini hevði komið fyri, hevði støðan verið ein heilt onnur, sigur Áki Jespersen. ? Tað hevði tikið okkum langa tíð at siglt tað inn aftur, sigur hann.