Tað var ein bráður endi, sum brasilski høgri bakkurin, Rafael, fekk upp á yrkisleiðina í Manchester United, har hann kom til í 2008 og spældi 109 dystir fram til í 2015, tá ið Louis van Gaal varð settur sum venjari í felagnum.
Í samrøðu við ESPN avdúkar Rafael, at hann fekk boð frá ymiskum fólki um, at Louis van Gaal ikki hevði tokka til brasilskar spælarar, og tað gekk heldur ikki leingi áðrenn Rafael varð innkallaður á fund við Louis van Gaal.
Rafael byrjaði inni seks teir fyrstu dystirnar undir Louis van Gaal, men eftir ein skaðasteðg í tveir mánaðir hevði hann ilt við at sleppa upp í part aftur. Tað gjørdist honum tá greitt, at dagarnir í felagnum vóru tí taldir.
- Hann bjóðaði mær inn á kontórið og segði “tú kanst fara”. Tað tók minni enn ein minutt. Tað var alt. “Tú kanst fara”, greiðir Rafael frá um stutta fundin.
Tann nú 27 ára gamli høgri bakkurin skrivaði fýra ára sáttmála við franska Lyon, har hann framvegis spælir, og til hansara undran fekk hann stutt eftir skiftið eini sms-boð frá Louis van Gaal.
- Van Gaal sms'aði til mín og segði “tú veitst hvussu fótbóltur er”. Eg hevði ilt við at trúgva tí. Hann vildi illa nokk tosa við meg, men so skrivaði hann brádliga til mín og ynskti mær góða eydnu víðari. Eg svaraði “takk”, men innast inni var eg argur, sigur Rafael.
Louis van Gaal fekk fótin í Manchester United í mai 2016. 66 ára gamli hollendingurin hevur síðani tá tikið sær frí frá venjarayrkinum, men hann vísir ikki aftur, at hann aftur fer at vera venjari.