Tað týdningarmesta er boðskapurin um Jesus

Magni Christiansen bjóðar fólki at koma at syngja andaligar sangir saman

Leygarkvøldið og eitt sunnukvøld í februar bjóðar Magni Christiansen fólki at koma at syngja andaligar sangir saman við sær.

 

Fyrra Syngið við tiltakið verður í Lívdini leygarkvøldið 26. januar og tað seinna verður í Missiónshúsinum á Strondum 3. februar.

 

- Eg havi fult orkestur við mær og vit fara at syngja og spæla nakrar góðar, andaligar sangir og bjóða øllum at syngja við, sigur Magni Christiansen.

 

Hann sigur, at talan verður um sangir, sum vit øll kenna, um enn teir kanska eru latnir í ein nýggjan country-búna. Hann fer eisini at syngja eini tveir sangir sjálvur, og so hevur hann at enda okkurt óvæntað til teirra, ið lurta.

 

Magni Christiansen sigur, at hetta ger hann, fyri at boða boðskapin um Jesus víða.

- Tað týdningarmesta í øllum hesum, er boðskapurin um Jesus, og hann vil eg gjarna fáa út, sigur Magni Christiansen.

 

Hann hevur eisini ein bólk á Facebook, sum eitur Magni Christiansen – country tá tað er best.

- Har leggi eg ymiskt út, sum eg geri, ofta sangir, sum vit taka upp. Og mangan senda vit eisini beinleiðis á Facebook, tá vit sita og spæla, greiðir Magni Christiansen frá.