Tað tódnar í botninum

Eftir 10. umfar í næstbestu deildini bendir alt á, at stríðið um uppflyting skal standa millum B68, FSV04 og ÍF.

Í hinum endanum er tað ógvuliga tætt. B36, sum seinastu umførini hevur víst seg at hava gott fólk og fínt lið, er aftast við bara 4 stigum. Á hinum niðurflytingarplássinum er KÍ, sum hevur 10 stig ella sama stigatal sum HB og SÍ. TB hevur 11 stig, NSÍ 12 stig og LÍF 13 stig. Soleiðis sum støðan er í løtuni eru øll hesi í nánd av niðurflytingarstrikuni.

 

Úrslitini í 10. umfari:

B68-LÍF 4-1 (1-1)

B36-FSV04 2-3 (0-1)

KÍ-HB 1-0 (0-0)

NSÍ-TB 3-0 (1-0)

SÍ-ÍF 1-3 (0-2)

 

Støðan eftir 10 umfør:

B68 28 stig

FSV04 25 stig

ÍF 21 stig

LÍF 13 stig

NSÍ 12 stig

TB 11 stig

SÍ 10 stig

HB 10 stig

KÍ 10 stig

B36 4 stig

 

11. umfar leygardagin 26. mai

ÍF-B68

LÍF-NSÍ

HB-B36

FSV04-SÍ

TB-KÍ