Tað tódnaði í toppi og botni

Tað tódnaði í toppinum, og tað tódnaði í botninum í kvøld, tá ið 5. umfar í Formuladeildini var á skránni.

HB er framvegis oddalið, men nú hevur EB/Streymur lagt seg undir liðina á HB. Sunnudagin spældi HB 0-0 á Toftum, og í kvøld var HB partur av málleysum javnleiki í grannauppgerðini ímóti B36.

EB/Streymur vann 3-1 á Víkingi, sum tykist hava ilt við at umseta møguleikar til mál. Hjá EB/Streymi kom tað illa við, at Egil á Bø í 1. hálvleiki noyddist at taka seg av vøllinum orsaka av vøddaskaða.

KÍ og B68 fingu ikki fulla úrtøku í 4 teimum fyrstu umførunum. Í kvøld eydnaðist tað bæði KÍ og B68 at vinna. Skála er nú aftast, og sandoyingar hava fingið toftamenn og klaksvíkingar undir liðina á sær á næstaftasta plássi.

Størsta dramaið var í Runavík, har Óli Hansen var dagsins maður. Hann skoraði øll trý NSÍ málini ímóti ÍF, sum misnýtti brotsspark í síðstu løtu.

 

NSÍ-ÍF 3-2 (0-1)

0-1: Nenad Zaric

1-1: Óli Hansen br

2-1: Óli Hansen br

2-2: Bartal Eliasen

3-2: Óli Hansen

 

EB/Streymur-Víkingur 3-1 (2-1)

1-0: Høgni Zachariassen

2-0: Arnbjørn Hansen

2-1: sjálvmál

3-1: Hans Pauli Samuelsen

 

HB-B36 0-0

 

Skála-B68 0-1 (0-1)

0-1: sjálvmál

 

KÍ-B71 2-1 (2-1)

0-1: Tummas Pauli Olsen

1-1 Rodrigo

2-1: Ovi Nysted

 

Støðan eftir 5 umfør

HB og EB/Streymur 11 stig

NSÍ 10 stig

B36 9 stig

ÍF 7 stig

Víkingur 6 stig

B71, KÍ og B68 4 stig

Skála 3 stig

 

6. umfar sunnudagin 4. mai

ÍF-B71

B68-KÍ

B36-Skála

NSÍ-EB/Streymur (mánadagin)

Víkingur-HB (týsdagin)