TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Pætur Thomsen, sum skoraði eitt mál tá Føroyar taptu greit 21-33 (11-19) í dystinum ímóti Svøríki í dystinum um 15. plássið í HM-endaspælinum.
Pætur Thomsen er sera vónsvikin um avrikið ímóti Svøríki í dag, har føroysku spælararnir slettis ikki vóru nóg tendraðir.
Men Pætur Thomsen heldur ikki, at tað kann koppa heildarmetingini av tí føroyska avrikinum í HM-endaspælinum.