Tað svíður í Íslandi

Fótbóltshýrurin er ringur millum grannar okkara fyri vestan. Í Vaduz í Liktinstein hevur íslendska fótbóltslandsliðið í kvøld lagt rygg til 3-0 tap eftir 1-0 í hálvleikinum.

Mario Frick setti hol á í 29. minutti, og innskifti Thomas Beck skoraði í 80. og í 82. minutti.

- Hetta er eitt tað dyggasta og meinasta landsliðstapið yvirhøvur, síðani vit fóru at taka lut í altjóða kappingum, verður sagt í íslendsku fjølmiðlunum í kvøld.

Í sama bólki hevur Danmark í kvøld vunnið 3-1 í Parkini á Letlandi.

Svøríki hevði møguleikan longu í kvøld at tryggja sær luttøku í EM endaspælinum. Úrslitið á heimavølli ímóti Norðurírlandi var 1-1, og tað ber við sær, at sviar mugu bíða við at fáa staðfest luttøkuna í endaspælinum, sum teir saman við Spania framvegis eru favorittar at røkka úr bólki F.

Spania spældi ikki í kvøld.

Støðan í bólki F: Svøríki 23, Spania 22, Danmark 17, Norðurírland 17, Letland 9, Ísland 8 og Liktinstein 7 stig. Íslandi og Liktinstein hava spælt 11 dystir, og hini hava spælt 10 dystir.

17. november: Spania-Svøríki, Norðurírland-Danmark, Letland-Liktinstein. 21. november: Spania-Norðurírland, Danmark-Ísland og Svøríki-Letland.