Rolf Guttesen
1. June 2004
??????????
Í farnu viku hevði Sosialurin nakrar stórt uppsettar greinar um fyrstu 100 dagarnar hjá nýggja Landsstýrinum. Soleiðis plaga teir eisini at gera í Amerika.
Tveir tíðindamenn, Heini og Páll, sum tykjast at dáma væl at skriva saman, høvdu funnið gamlar notat-blokkar fram. Og meðan annar lýsti við petroleumslampuni, baksaði hin við at spíska ein blýant. Í Amerika arbeiða blaðmenn eisini ofta saman, tveir og tveir.
Úrslitið av hesi co-production í føroyska blaðheiminum, má ongantíð gloymast. Tí her hendi veruliga nakað. Her vóru hegnspelar fluttir, so tað sást. Tað sum eingin annar hevði tonkt, kom her á blað. Hetta var djúptgangandi og nærsøkin ?journalistikkur? ella blaðmannakynstur.
Sum nakað heilt genialt, høvdu hesir garpar, við sveitta og stríð, funnið tað mest róttøknu loysnina. Best var at fara í máltráðin, og seta monnum og kvinnum, sum hava vald og ávirkan í samfelagslívinum, ein sera einfaldan, men sera djúpan spurning:
"Hvat halda tit um samgonguna". Vitsnjallingarnir Heini og Páll, ella vóru tað Páll og Heini, ilt er at avgera hvør ið setti ljós-kastaran á henda ástøðisfasta verkevnisspurning:
"Hvør skal spyrjast". Hvat ið meinigi maðurin á gøtuni ella í køkinum meinar, tað hevur slett ikki nakran áhuga. Jú har var Ingeborg, forkvinna í Arbeiðarafelagnum, Jan stjóri í Vinnuhúsinum hjá arbeiðgevarunum, so var tað formaðurin í Búskaparráðnum.
Men hví bert spyrja øll hesi, sum umboða keðilig feløg og stovnar. Nei, vit mugu eisini spyrja nakrar, sum hava forstand uppá tingini. Teir, sum eru støðið undir andríka prátmentanina í landinum. Vit taka sjálvandi Helga í Útvarpinum og Ingolf í Sjónvarpinum. Teirra politiska áskoðan kann verða avgerandi fyri Føroyaland. Hjálpa vit teimum framat, so verða vit helst ikki gloymdir eina aðru ferð. Tað er neyðugt at hava slíkar góðar menn við, annars tíma fólk ikki at lesa blaðið. (Tað er eisini nógv lættari at spyrja ein journalist, ha?)
Men fyri at gera skapanarverkið fullfíggjað, funnu blaðmanna-tvíburðarnir uppá nakað, sum eingin hevur havt hugflog til fyrr:
"Vit spyrja Høgna Hoydal!" Hann hevur aldrin svikið! Hann hevur eisini verið sjónvarpsmaður, so har eru vit aftur á tryggari grund. Hann, sum vísti Føroya fólki, hvussu man í dokumentarsending kann fáa nógv burtur úr lítlum. Hann skal við ósvikaligum ímyndingarevnum sínum siga okkum tann guddommiliga, óreingiliga sannleikan um hesar 100 dagarnar hjá Landsstýrinum.
Og virkuliga, eg las Høgnasa vælvældu, krúllutu og beinraknu orð, sum eg noyðist at endur geva in extenso (fullum líki). Maðurin í bosinum opinberar fyri okkum:
"Samgongan hevur eina vinglutta bakkingarkós". Samgongan er sum eitt skip, sum bakkar. Hetta líknilsi kundi verið tikið úr Bíbliuni. Hetta er sanniliga beinrakið. Vit, sum hildu at tað gekk spakuliga frammá, kanska nakrar strikur í stýriborð ella bakborð, hava verið púra blind. So hetta verður eitt gott peilimerki at hava í framtíðini. Sum hakað heilt nýtt læra vit, at kósir ikki bert eru kumpass-kósirnar, men tað at bakka eisini er ein kós. Onkunstaðni millum landssynning og sunnan stendur nú "bakka". Vit læra eisini ikki at vera innbilskur, men lurta eftir hvat autoriteturin á økinum hevur funnið í Opinberingini. Heldur lurta eftir manninum í bosinum, sum sær at nú skúmar afturi undir hekkuni. Tað er gott at verða mintur á, at nakað er progressivt og nakað er bara bakk.
"Aðalmál Tjóðveldisfloksins eru øll skúgvaði til viks". Ja, tað má undra ein sunnan heila, at fornuftig fólk, sum blivu vald á ting, ikki automatiskt hildu fram við tí reinu konservativt-nationalistisku verkætlanini, sum "sjálvstýris-rørslan" enn hevur sum stevnumið. Einaferð vóru øll jú samd um at fáa Førjamál aftur til æru. Men tað vóru danskarar, sum spiltu spælið, tí teir góvu alt ov nógv í stuðli. Peningarenslið førdi til forstoppilsi, ella var tað tað mótsetta? Hetta nýggja Landsstýrið hevur ongar nationalistiskar visiónir. Tí skúgvaðu teir okkara hundrað ára gamlu og væl mosagrógvnu tanka-konstruktión til viks. Ófatiligt.
"Samgongan bakkar í búskaparpolitikkinum, sjálvstýrispolitikkinum og mentanarpolitikkinum hjá farnu samgongu". Ja, tað er bara heilt ófatiligt, at teir nú hava havt 100 dagar í Landsstýrinum, og enn er Blokkurin ikki avskaffaður. Grundlógin, sum hevur ligið næstan klár í 10 ár, hava teir heldur ikki megnað at fingið ígjøgnum enn. Og enn er einki føroyskt flagg uttan fyri ST-skrivstovuna í Nýggju Jórvík. Maðurin í bosinum hevur fingið samhugabrøv úr allari verðini og Íslandi, sum siga at øll høvdu elskað, at Merkið bleiktraði í milliónabýnum, býurin hevði virkuliga verið nógv penari upp á tann mátan. Einki hevði verið lættari hjá røttum monnum. Men hetta Landsstýrið, suff suff. Orakul-orð, sum bert ein maður við mystiskum evnum kann útleggja á rættan hátt
"Hetta eru øll øki, sum peika frameftir, men tey verða fullkomiliga niðurprioriterað"
Ja, dømikraftin hjá hesum dámliga tjóðveldismanni, sum stepp-dansar sum ein Fred Astair, og syngur føroyskar tjóðskaparsangir undir brúsuni, hvønn morgun (sbr. samrøðu í Sosialinum), hon er heilt í topp. Og tað, sum peikar niðureftir fer at peika uppeftir, um ikki tað verður framprioriterð so panska umprioriterað (raðfest og fest á blað, tá hann hevur fest sær í). Eitt grúiligt skil.
Klárir setningar við substansi og klárum innihaldi. So kontant og beinrakið kann tað sigast. Hevur tú lisið henda boðskap frá manninum í bosinum, so ivast tú onga løtu. Og tøkk skulu úrmælingarnir báðir úr blaðmannaheiminum hava. Og so uppsetingin, hon var bara genial, líktisk lepum av gomlum ves-pappíri. Tað má kunna brúkast um aftur.