Tað, sum hjartað er fullt av, endar á løriftinum

Væl útvalt, metir Kinna Poulsen um listasýning hjá Sigrun Gunnarsdóttir.

Sigrun Gunnarsdóttir sýnir í hesum døgum frám á Listasavninum. Ein framsýning við útvaldum verkum.

 

 

Kinna Poulsen, listaummælari, hevur vitjað sýningina, og á www.listaportal.com sigur Kinna Poulsen millum annað soleiðis:

 

 

Tað, sum hjartað er fullt av, endar á løriftinum! - Hetta til høvið umorðaða orðatakið brúkar listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir, tá hon skal greiða frá sínum egnu verkum. Hon er uppvaksin á Eiði í einum kristiligum umhvørvi og mentan, og hetta hevur havt týdning fyri bæði hjartað og málningarnar, sigur hon næstan umberandi í heimildarfilmi, sum er gjørdur um listakvinnuna.

 



Tá eg spáki oman úr Listaskálanum grundandi yvir hvat eg skal skriva í hesum ummæli, møti eg eini Havnarkonu, hvørs fyrsta viðmerking snýr seg um framsýningina, sum eg júst havi vitjað. Hon hevur ikki verið enn, sigur hon og eg skilji, at ein orsøk er, at hon heldur listina hjá Sigrun Gunnarsdóttir vera ov tunga - mann fær næstan ringa samvitsku av at skoða hana, heldur hon. Myndir, sum verða reduceraðar til agitatión og reinan boðskap eru ikki serliga áhugaverdar sum listaverk. Eg hugsi, at hon hevur rætt í, at ein eitt sindur tungur boðskapur við moraliserandi peikifingrum onkuntíð hevur sett sín dám á málningarnar hjá Sigrun Gunnarsdóttir. Men á aktuellu framsýningini í Listasavninum eru tey mest agiterandi verkini ikki við. Har er væl valt út við denti á tað frásagnarliga, surrealistiska, symbolska, einfalda og kærleiksfulla og við eini skilagóðari perspektivering aftur til listarliga útgangsstøðið hjá Sigrun Gunnarsdóttir.

 



Eg minnist væl hvussu øðrvísi henda listin var í mun til høvuðsrákið í føroyskari list, tá eg av fyrstan tíð upplivdi verkini hjá Sigrun í 1990´unum. Eg minnist, at eg upplivdi myndamálið við smáum blómuspírum, ið spretta á klettagrund sum heldur naivt og trivielt, samstundis sum eg hevði virðing fyri dirvinum hjá listakvinnuni, ið greidliga vildi finna sína egnu leið.

 



Annars eru myndirnar á framsýningini sum heild rættiliga einfaldar og savnaðar kring ein figur, ein persón, eitt fjall, ein fugl, eitt træ osfr. Hesin er settur á eina bakgrund, hon kann vera svørt, grá ella onkran annan einlittan lit og harumframt eru nakrir lutir, ið onkursvegna viðmerkja ella leggja aftrat støðulýsingini eins og eitt slag av rekvisittum í eini pallseting. Eg haldi ikki, at tað hevði verið torført at gjørt eina sannførandi scenografi um hesar frásagnarligu myndirnar høvdu verið tulkaðar dramatiskt á palli. Myndamálið er ógvuliga konsekvent í málningunum av fuglum, búrum, høsnaneti, mammum, ommum, børnum, einglum, bíblium, hurðum, lyklum og blómum. Sjálvt um fleiri av myndunum hava eitt surrealistiskt flog, ið m.a. kemst av, at summir lutir sveima ella eru ovurvaksnir ella minkaðir niður í stødd, sýnast myndevnini jarðbundin, næstan innisæl. 

 

 

Ummælið hjá Kinnu Poulsen av framsýingini hjá Sigrun Gunnarsdóttir sæst í fullari longd á listaportal.com.