Marknaðardagur
Klokkan 10 leygarmorgunin komandi letur Sjónleikarhúsið í Havn upp til áhugaverdan og forvitnisligan marknaðardag, har høvið verður at síggja og smakka - hvat er at fáa á gørðunum runt um í Føroyum.
Á marknaðardegnum, sum varar frá klokkan 10-18, verður eisini kunnað um landbúnað, skanning av seyði, føroysku ullina og um vinnuligan landbúnað í Føroyum í 2015.
Til undirhalds verður eisini vísusangur, eins og MBM, Tøting og Sirri fara at sýna fram sínar vørur.
Ongum nýtist at gagna svangur í Havn leygardagin, tí gjøgnum dagin kunnu fólk eisini keypa smyrjibreyð við føroyskum viðskera í Sjónleikarhúsinum.
Fjølbroytt skrá
Dyrnar verða latnar upp klokkan 10, og klokkan 11 fer Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, at tosa um vinnuligan landbúnað í Tórshavn.
Klokkan 12 og klokkan 15 fer Eyðstein Jensen at skanna seyð, og hetta eru sonevndar fosturskanningar.
Mótasýning verður klokkan 13 og klokkan 17, og tá fara MBM, Tøting og Sirri at sýna fram sínar vørur.
Klokkan 14 fer Nicolina Beder at tosa um føroysku ullina, og klokkan 16 verður vísusangur.
Aftrat vanligu skránni, fara Bjarni Djurholm, landsstýrismaður og Hendrik Old, løgtingsmaður, at hugleiða um vinnuligan landbúnað í Føroyum í 2015.
Aðrir luttakarar
Aðrir luttakarar á marknaðardegnum í Sjónleikarhúsinum verða Búnaðarstovan, Búnaðargrunnurin og Royndarstøðin.
Á marknaðardegnum verður eisini høvi at síggja, meðan arbeitt verður við hornum og roði.