Tað eru longu fleiri vikur síðani, at eftirgjørdar grannálir vóru lagdar rundan um vindeyguni á bygningunum hjá Tórshavnar kommunu í miðbýnum. Seinastu vikuna hevur kommunan arbeitt við at seta skoytibreytina upp í gamla Kommunuskúlagarðinum, tað er millum býráðssalin og Ráðhúsið, og nú er jólabygdin í Vágsbotni eisini komin upp á pláss.
Skoytibreytin skuldi lata upp leygardagin, men orsaka av lýggja veðrinum er tað fyribils útsett til mánadagin. Hann boðar tó frá lýggjum veðrið mest sum alla vikuna, so ivasamt er enn, júst nær skoytibreytin fer at lata upp.
Jólabýurin í SMS bleiv tendraður mánadagin, meðan jólatræið á Vaglinum verður tendrað leygardagin 1. desember.